Hvalbingar gleða seg til regatta

Hvalba verður fyrsta bygdin av fýra, sum seglskiparegatta’in vitjar.

Tá regattaflotin kemur á Hvalba hóskvøldið 3. juli klokkan 18.30, stendur felagið Royn fyri móttøkuni. Forkvinna í Royn er Gunhild Mortensen, og tað er Rúni Thomsen, sum er kommununar partur í fyrireikingunum.

 

- Vit hildu ikki, at kommunan eigur at standa sum fyrireikari, og tí er tað Royn, sum er almennur fyriskipari av tiltakinum í Hvalba.

 

Rúni Thomsen sigur, at tað verður klokkan 18 henda hósdagin, at regattaflotin kemur inn eftir Hvalbiarfirði.

 

- Móttøka verður á Hamranesi klokkan 18.30, og klokkan 19 verður høvi hjá almenninginum at sleppa umborð á skipini.

 

Rúni sigur, at klokkan 19 verður eisini søla av regattabúffum og øðrum í tjaldi, sum verður sett upp á bryggjuni, og her verður eisini harmonikutónleikur, sum fer at seta sín serstaka dám á.

 

Umframt bryggjuhugni við práti, mati og harmonikutónleiki, verður eisini regattadansur í tjaldinum á Hamranesi.

 

- Tað verða Kartni & Vinmenn, sum fara at spæla. Dansurin byrjar klokkan 22, og fyrireikararnir hava fingið loyvi at hava dans til klokkan 03 um náttina.

 

Rúni Thomsen sigur, at í Hvalba gleða tey seg til regatta’ina, og tey gleða seg ikki minst til hugtakandi løtuna, tá hábarsligi regattaflotin stevnir inn á Hvalba og leggur til bryggju.

 

- Hóskvøldið verður eisini høvi hjá fólki at síggja kolaminurnar og at síggja Fiskieiðið og farið verður av bryggjuni í bussum, leggur hann aftrat.


Royn-høllin verður ikki partur av regattatiltakinum í Hvalba. Alt tiltakið verður á bryggjuni, og tað verður mett at rigga best í slíkum føri.

 

- Hetta er fyrstu ferð, at seglskiparegatta’in vitjar í Hvalba. Hvalbiar kommuna er fiskivinnuøki við nógvum sjófólki og fólki, sum arbeiðir í fiskivinnuni á landi.

 

Rúni Thomsen sigur, at fólk eru fegin um, at valið fall á Hvalba hesaferð, og tey fara at taka væl ímóti regattafólki og gestum annars, sum koma til bygdar.

 

Regattaflotin loysir aftur í Hvalba fríggjamorgunin 4. juli klokkan 10 við kós móti Hvalvík. Úr Hvalvík fer flotin úr til Nólsoyar og haðani til Runavíkar.

 

Á øllum støðum verður skipað fyri tiltøkum, eins og høvi verður hjá almenninginum at vitja umborð á træseglskip og gamlar motorbátar.