Hvalbingar fingið nýggjan borgarstjóra

Á bygdaráðsfundi í kvøld bað Levi Niclasen um at vera loystur úr starvi, eftir at hava verið borgarstjóri í næstan 16 ár Levi Niclasen hevur óvæntað boðað frá, at hann vil verða loystur úr starvi sum borgarstjóri í Hvalba.

Hetta er annars eitt starv, ið hann hevur røkt í næstan 16 ár, men á bygdaráðsfundi í kvøld bað hann um at vera loystur úr starvi av persónligum orsøkum og tað eftirlíkaði eitt samt bygdaráð.

Tvey uppskot vóru til nýggjan borgarstjóra og sostatt var stríðsval um at sita við borðendan í Hvalbiar Bygdaráð hetta síðsta hálva árið, til bygdaráðsval verður aftur í heyst.

Og tað var javnt til tað síðsta, tí tá ið seks av teimum sjey atkvøðunum vóru taldar upp, høvdu tey bæði valevnini, Magni Bertholdsen og Otto West, fingið tríggjar atkvøður í part. Men tað sjeyndu atkvøðuna fekk Otto West og tað verður sostatt hann, sum skal standa á odda fyri Hvalbiar Kommunu hetta síðsta hálva árið, til nýtt bygdaráð tekur við á nýggjárinum.