Á fíggjarlógini hava hvalbingar fingið pening til at fara undir eitt nýtt kolanám í Prestfjalli Roynds Kolasøla í Hvalba hevur fingið 400.000 krónur meira, enn landsstýrið hevði skotið upp og er nú farið undir eitt nýtt kolanám í Pressfjalli í Hvalba, tí einki kol er eftir Undir Rókunum, har grivið hevur verið eftir koli síðani í 60-unum.
Eftirspurningurin eftir koli er vaksin. Roynds Kolasøla hevur millum 100 og 150 keyparar, og eftir at oljuprísirnir eru farnir nógv upp, er eftirspurningurin eftir koli vaksin.
-Vit mugu velja ímillum, so tey, sum bara hava kol, fáa áðrenn tey, sum bæði hava kol og olju, sigur Jan J. Poulsen frá Roynds Kolasølu við útvarpið hjá Kringvarpinum.