Enn er púra óvist um Hvalbiar Kommuna fær endurgjald úr landskassanum í sambandi við, at grótkastið í havnalagnum fekk stóran skaða í Kyndilsmessuódnini í 2008.
Løgtingið viðgjørdi í dag eitt uppskot frá fýra tinglimum úr andstøðuni um at Hvalbiar Kommuna skal fáa somu sømdir, sum Skálavíkar Kommuna fekk í hesi somu Kyndilsmessuódnini.
Í sambandi við skaðan í Skálavík, fekk kommunan 400.000 krónur í stuðuli frá landinum og tað eru 13% av tí, skaðin kostaði at gera aftur.
Nú vilja tinglimirnir í andstøðuni hava, at Hvalbiar Kommuna fær gott 1,4 millión í endurgjaldi, sum eisini er 13% av tí, skaðin í Hvalba kostaði at gera aftur.
Men Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, vil onki lova.
Hann vísir á, at tríggjar ferðir hevur Innlendismálaráðið víst eini umsókn frá hvalbingum frá sær.
Hann staðfestir eisini, at sjálvur hevur hann ikki játtan í Innlendismálaráðnum til stuðul til Hvalbingar.
Skulu hvalbingar hava stuðul, verður tað tí neyðugt, at Løgtingið samtykkir tað og eisini sigur, hvaðani peningurin skal koma frá.
Er Løgtingið sinnað at játta hvalbingum stuðul, er besta boðið hjá Kára P.
Højgaard er sostatt, at peningurin verður settur av á fíggjarlógini fyri 2014.
Hann vísir eisini á, at síðani Kyndilsmessuódnina, hevur Løgtingið samtykt heilar fimm fíggjarlógir, men kortini er einki sett av til stuðul til Hvalbingar.