Grevstur
Hvalba: Nú er Hvalbiar Kommuna farin í hernað ímóti sjálvari náttúruni.
Tað halda í hvussu so er fólk í Nesi í Hvalba.
Býlingurin í Nesi liggur nakað uttanfyri sjálva bygdina í Hvalba. Í Nesi er sera náttúruvakurt við ein umstórum dali, eini á, sum rennur oman ígjøgnum dalin oman á tann stóra sandin og á sjógv.
Men í bygdaráðnum í Hvalba eru tey ikki nøgt við tað nátúrligu leguna, sum áin hevur funnið sær omaneftir sandinum og tí hevur ein gravimaskina nú í eina tíð staðið á sandinum og grivið í eini roynd at flyta ánna longur norður eftir.
Hetta síggja nógv fólk í Nesi í Hvalba ikki at síggja nakra sum helst meining í.
Ein av teimum, sum eru ógvuliga ónøgdir við framferðina hjá kommununi, er Álvur Berg, sum sjálvur býr næstur sandinum.
?Tað er hvørt einasta ár, at kommunan grevur og grevur fyri at fáa ánna at flyta seg norðureftir. Hetta er at berjast ímóti nattúruni, tí áin finnur skjótt sína natúrligu legu aftur- men so verður bara byrjað av nýggjum at grava árið eftir.
Hann veit ikki, hvat allur hesin grevsturin skal gera gott fyri. Men hann heldur í hvussu so er, at kommunan skuldi givið sandinum, og ánni, frið til at laga seg eftir náttúrini, tí hann dugur ikki at síggja, at hon er til nakran sum helst ampa.
? Tvørturímóti er sandurin, áin, ósin og vatnið ein nattúruperla, bæði hjá børnum og vaksnum.
? Men hvørt einasta ár oyðileggur kommunan hesa perluna við at grava alt upp til eitt dýkið, siga tey í Nesi í Hvalba.
Sandurin má steðgast
Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba er ikki samdur. Og tað er eisini hansara fatan, at yvirhøvur eru nesfólk fegin um tað, sum er gjørt.
Hann sigur, at tað er fyri at forða sandinum at veksa so nógv, at roynt verður at beina áina longur norðureftir.
? Tað vísir seg, at tá ið áðin rennur framvið syðra landinum, legst so nógv afturat sandinum.
Bygdaráðið stúrir fyri, at endin verður, at sandurin verður so stórur, at tað fer at forða fyri innsiglingini til bátahylin í Nesi. Somuleiðis verður mett, at tað sandurin kann forða teimum at draga bátarnar, sum eiga neyst við tað syðra landið.
Borgarstjórin sigur, at tað eru eini tvey ár síðani, at grivið varð seinast og tá hepnaðist tað væl.
? Men nú hevur áin flutt seg suðureftir aftur og sandur var aftur farin at leggjast og tí royna vit einaferð afturat.
Hann sigur, at hetta er ikki serliga dýrt, tí tað er ein dagur við gravimaskinuni.