Eg meinti, at nú skuldi tað vera liðugt við lokalpolitikkinum, men hugsi at hann sleppa vit ikki so av við.
Sambart samgonguskjalinum so stendur:
"Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið. Eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi hevur alstóran týdning fyri trivnaðin í útjaðaranum og fyri vinnuna og trivnað í landinum sum heild."
Eg eri ikki ósamdur í at tunlarnir norður um fjall eru ótíðarhóskandi, men at tørvurin skal vera størri har, heldur enn at dagføra tunnilin til Hvalbiar, eina av størstu vinnulívsbygdum í landinum, tað er ikki til at fáa eyga á.
Stórtsæð hvønn dag skal ein sergjørdur trailari trýsta seg fram gjøgnum Hvalbiartunnilin við fiski frá flakavikinum í bygdini. Fleiri av hinum fyritøkunum í bygdini eru eisini raktar av einum ótíðarhóskandi tunnli. Samstundis eru nógv fólk sum dagliga pendla suður og norður gjøgnum tunnilin hvønn dag til arbeiðis, lækna, handils ella um tey t. d. skulu av oynni.
Hvalba er vinnulívsbygd fram um nógvar og er tunnilin okkara lívæðr og samband til útheimin, tað er tí mín staðiliga áheitan til okkara høga ting bæði til tinglimir, sum koma úr Suðuroynni og teir, sum siga seg arbeiða fyri "Suðurføroyum" um at standa saman og raðfesta við skilið.
Tá nú farið verður undir at dagføra teir gomlu tunnlarnir, hví so ikki byrja við tí elsta.
Hetta er eisini ein áheitan á suðringar um at standa saman so vit kunnu fáa dagført seinastu partarnir av undirstøðukervinum í oynni.