Hvalbiartunnilin gerast nýmótans

TRYGDARÚTGERÐ Nú skulu umfatandi ábøtur gerast í Hvalbiartunlinum fyri at bøta um trygdina og ferðsluna

Nú fer Landsverk undir eitt umfatandi arbeiði at gera Hvalbiartunnilin tryggari og lættari at koyra ígjøgnum.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum sigur, at á fíggjarlógini í ár eru tríggjar milliónir krónur settar av til Hvalbiartunnilin.
Spurningurin er, hvussu tær skulu brúkast, um tað skulu brúkast til at projektera ein nýggjan tunnil ella um tær skulu brúkast til at bøta um umstøðurnar í tunlinum, sum er.
Hann staðfestir, at samgongan er samd um, at tann næsti tunnilin, sum verður gjørdur, verður til Viðareiðis.
Sostatt er greitt, at tað verður ikki farið undir ein nýggjur Hvalbiartunnil fyrrenn í 2018.
- Hildið verður ikki at tað er skilagott at projektera ein nýggjan tunnil so langt áðrenn hann skal gerast, sigur Kári P. Højgaard.
- Tað er lítið høpi í at projektera ein nýggjan tunnil nú, tí vit vita, at hann verður ikki gjørdur hesi næstu árini kortini.
- Tískil havi eg gjørt av, at peningurin ístaðin skal brúkast til at bøta um umstøðurnar í tunlinum, sum er.
Landsstýrismaðurin leggur afturat, at hetta er ein avgerð, sum er tikin í samráð við landsverk og borgarstjóran í Hvalba.

Tryggari og betri
Av teimum trimum milliónunum, sum eru til taks til Hvalbiartunnilin í ár, skal eitt sindur brúkast til at gera jarðfrøðiligu kanningarnar í samband við tann nýggja tunnilin, lidnar.
Men nógv tann størsti parturin skal brúkas til at at bøta um umstøðurnar í tunlinum.
Í hesum sambandi skulu víkiplássini í tunlinum gerast størri og tunnilin skal tettast betri.
Harumframt skulu rýmingarljós, telefonir og eldsløkkjarar setast upp í tunlinum og harafturat skal útgerð setast upp so at radio og fartelefon hoyrist ígjøgnum allan tunnilin.

Liðugt í ár
Kári Post sigur, at farið verður undir arbeiðið í næstu framtíð og at tað skal vera liðugt í ár.
Frammanundan er fríhæddin hækkað 50 sentimetrar, so hon nú er 3,5 metrar
Kári P. Højgaard leggur kortini dent á, at hetta skal ikki skiljast sum um at ætlanin at gera nýggja Hvalbiartunnil er slept ella útsett enn meiri.
- Ein nýggjur Hvalbiartunnil er á langtíðarfíggjarætlanini. Tað, sum nú verður gjørt, er bara ein roynd at bøta um umstøðurnar, so at hann verður tryggari og lættari at koyra ígjøgnum hesi árini, til tann nýggi tunnil er komin, sigur landsstýrismaðurin.