Hvalbiartunnilin

Farnu viku var nakað av kjaki um ger av nýggjum Hvalbiartunnli. Kjakið byrjaði eftir ein tíðindastubba, har ein blaðmaður hjá Sosialinum hevði verið á kvøldsetu hjá Fólkaflokkinum í Øravík.

Eg var sjálvur til kvøldsetu hjá Fólkaflokkinum, men eg kenni onki til tað, sum hevur verið frammi um nýggjan Hvalbiartunnil.?Annika Olsen, landsstýriskvinna, staðfesti, at tað ikki var eydnast at raðfesta Hvalbiartunnilin, og at hann tí ikki var at finna á løguætlanini, sum nú fyriliggur, fram til 2015.?Umboðini fyri Fólkaflokkin harmaðist um, at tað ikki hevði borið til at raðfesta tunnilsarbeiðir kring landið, eisini nýggjan Hvalbiartunnil.?Tað var heilt greitt, og tað var ongin ivi um tað, at Fólkaflokkurin vil berjast fyri at raðfesta tunnilsíløgur, bæði ímillum bygdir, herundir nýggjan Hvalbiartunnil, og at halda áfram at binda landið saman við undirsjóvartunnlum.?Teir báðir bygdaráðsliminir í Hvalba, Niels Olaf Eivindsson og Rúni Thomsen, sum hava havt viðmerkingar um Hvalbiartunnilin, hava skeiva adressu, tá teir siga, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við at gera ein nýggjan Hvalbiartunnil. Teir kundu spurt í teirra egnu flokkum, hvussu undirtøkan er fyri at gera nýggjan Hvalbiartunnil.?Tá tann eini av samgonguflokkunum hevur boðað frá »tunnel time-out«, og tað í flestu flokkum verður kappast um at gera íløgur í bygningar í Tórshavn, er ikki lætt at finna pláss fyri tunnlum. ?Vónandi eydnast tað Fólkaflokkinum at fáa gongd á tunnilsarbeiðir aftur, so vit í Hvalba fáa ein nýggjan tunnil, sum er altavgerandi fyri tað veksandi vinnulív, sum er í bygdini.