Nú verður tað skjótt, at tað verður klárt hjá suðuroyingum kring oynna at fara eftir sínum parti av grindini, sum legði beinini í Hvalba í gjárkvøldið.
Tað merkir, at nú klokkan trý, kunnu umboð fyri grindabátarnar í Hvalba og í Sandvík, fara á kommunuskrivstovuna í Hvalba eftir seðlunum, og ein tíma seinni, kunnu umboð fyri grindabátarnar í hinum kommununum fara, hvør á sína kommunuskrivstovu eftir seðlunum.
Tað var ein grind av teimum størru, sum legði beinini í Hvalba í gjárkvøldið. Tað vórðu merktir tilsamans 252 hvalir og 35 springarnar eru merktir. Tilsamans er grindin 1.472 skinn og hon verður býtt til allan oynna.
Hesa ferð verður mannagongdin øðrvísi enn hon plagar at vera og tað er fyri at verja fyri, at korona skal breiða seg aftur. Vanliga møta grindamenn upp, tá ið seðlarnir koma út, men soleiðis verður ikki hesa ferð.
Hesa ferð verða tað bara umboð fyri tær sjey kommunurnar, sum koma til Hvalbiar eftir seðlunum og hvør kommuna fær so alla grindina, sum hoyrir til tað kommununa.
Kommunan syrgir so fyri at flyta hvalirnar, sum hoyrir til teirra kommunu, heim til sín, og har fara so bara formenninir, ella eitt umboð fyri teir ymsu grindabátarnar, eftir seðlunum, og so verður farið at skera upp. Og tað verður, sum sagt, klárt aftan á klokkan trý í Hvalba og klokkan fýra í hinum seks kommununum.
Sýslumaðurin sigur, at hann hevur heitt á kommunurnar um at skipa tað soleiðis, at tað er gott pláss at skera upp á fyri at sleppa undan at trunka alt saman.