Jaspur Vang, Tvøroyri
Longu í 2002 kunnaði Landsverk landsstýrismannin við samferðslumálum um, at Landsverk metti, at neyðugt var at dagføra m.a. Hvalbiarbergholið og tilhoyrandi vegastrekki. At sami landsstýrismaður fólkafloksins í farnu viku, uttan neyvari grundgevingar, frá løgtingsins røðarapalli boðaði frá, at hann hevur aðrar ætlanir, er hugstoytt at hoyra. Tí mugu vit líta á, at løgtingið hevur eina aðra áskoðan enn landsstýrismaðurin og flokkur hansara og raðfestir Hvalbiarbergholið í fremstu røð.
Bygdarráðið og vinnan í Hvalba hava ferð eftir ferð, men higartil til fánýtis, gjørt vart við ótolandi viðurskiftini. Stundin er nú komin, at landspolitikararnir taka hendan partin av landinum í álvara og fremja dagføringina av vegaføringini millum Hvalba og Trongisvág í verki, soleiðis at hesin lands-búskaparligi kraftdepil, sum Hvalbiar Sókn er, kann verða loystur úr hafti.
Vinnilívsbygd burturav.
Hvalba er í mun til fólkatalið uttan iva millum mest framsóknu vinnulívsbygdir í landinum. Har verður lutfallsliga stórur partur av frummintøkum landsins fingin til vega, uttan at sóknin fær nakað munandi afturborið umvegis almenn arbeiðspláss og umvegis árligu rakstrarjáttanir landskassans annars, soleiðis sum vit síggja tað aðrastaðni í landinum. Ein dagføring av farleiðini millum Hvalba og Trongisvág er tí bæði ein rímulig afturbering til hettar lokalsamfelagið, umframt ein gevandi samfelagsbúskaparlig íløga í framtíðar Føroyar.
Ein fjøltáttaður kraftdepil.
Hvat viðvíkur fiskivinnuni, sum er - og í mong ár frammyvir verður okkara høvuðsvinna, eru hvalbingar og sandvíkingar við til at manna fleiri skip aðrastaðni úr landinum og uttanlanda, so sum vanligt er í Føroyum, umframt at hvalbingar sjálvir eiga tríggjar væl riknir trolarar. Fáar bygdir í landinum hava fostrað so nógvar trolmenn sum Hvalbiar Sókn. Væl rikið flakavirki og trolvirki eru eisini í bygdini. Hvalbingar hava harumframt haft áræði og dirvi at fara undir slóðbrótandi torskaaling á landi. Í bygdini er fyritøka, ið tekur sær av góðsflutningi millum Suðuroynna og meginøkið, umframt lastbila-/entreprenørfyritøka og bussfyritøkur, sum virka um alla oynna. Eisini síggja vit, at hvalbingar eru farnir undir vinnuligt virksemi aðrastaðni í oynni - m.a. á Tvøroyri og í Lopra.
Ferðavinna, landbúnaður og eftirskúli.
Uttan iva eru harumframt góðir møguleikar fyri at menna valabygdirnar Hvalba og Sandvík sum ferðavinnuøki. Sum ferðavinnumál kunnu nevnast kolaminurnar, vakra náttúran sum heild og søguligu plássini í báðum bygdunum. Sjálvir eru hvalbingar framskygdir og hava tikið stig til at gera Lítlu Dímun til serstakt ferðavinnumál. Handlarnir í bygdini nøkta dagliga tørvin og eru eisini førir fyri at nøkta tørvin hjá teimum ferðandi. Ein avgerðandi forðing fyri, at verulig ferðavinna kann mennast í økinum er tó, at teir vanligu ferðafólkabussarnir, sum verða nýttir aðrastaðni í landinum, ikki kunnu koyra gjøgnum bergholið.
Hóast landbúnaður ikki júst er tað, sum er mest uppi í tíðini í løtuni, skulu vit minnast til, at Hvalba er størsta markatalsbygdin í Føroyum. Sjálvsagt liggja tí eisini framtíðar møguleikar á hesum øki.
Væl úr hondum greiddu fyrireikingarnar til bygging av eftirskúla í í Hvalba hava vunnið vælvild kring alt landið og tykist tað bert vera ein spurningur um stutta tíð, áðrenn ætlanin gerst veruleiki.
Núverandi berghol ein forðing.
Bæði bygdaráðið í Hvalba og vinnan í økinum hava í áravís víst á, at verandi berghol, sum varð gjørt í 1963 og harvið fyrsta berghol í landinum, er ov lágt og smalt og tí ein forðing fyri, at vinnan í økinum kann menna seg javnbjóðis vinnuni aðrastaðni í landinum. Fyri ikki langari tíð síðani gjørdu eigararnir av einum av størru virkjunum í bygdini greitt, at avgerðandi fyri, hvørt teir fara at byggja nýtt virki í Hvalba, ella um teir fara at flyta virksemi sítt úr bygdini er, um farleiðin til Hvalbiar verður dagførd. Greiðari kann boðskapurin ikki verða.
Tað sigur seg sjálvt, at tá tey flutningsfør, serstakliga lastbilar og bussar, sum í dag vanliga verða nýtt kring alt landið, eru ov stór til at kunna koyra gjøgnum Hvalbiarbergholið, má farleiðin dagførast. Tað ber snøgt sagt ikki til, at fjølbroytta vinnulívið í Hvalba skal verða tvungið til at bera meirkostnaðin av at nýta serstøk akfør, sum kunnu koyra gjøgnum bergholið. Hettar serstakliga, tá hugsað verður um, at vinnuligu fortreytirnar í oynni annars, í mun til restina av landinum, ikki eru tær bestu.
Hvørt talan verður um at dagføra verandi berghol, ella gera nýtt berghol lægri í lendinum og tættari bygdu økjunum, mugu nærri kanningar og útrokningar gera av.
Ferðslutrygdin.
Hvat ferðslutrygdini viðvíkur, kann nevnast, at av tí at bergholið er ov lágt og smalt til tey akfør, sum í dag eru vanlig, ber stutt sagt ikki til hjá størru akførunum at halda galdandi ásetingar í ferðslulógini. Størru akførini mugu halda seg miðskeiðis í bergholinum, har hægst er til loftið, samstundis sum víkiplássini er ov grunn, ov stutt og ov lág til at hesi akfør kunnu víkja sum lógarásett. Tey sum ferðast gjøgnum bergholið eru tí dagliga vitni til eina serstaka ferðslumentan, har minnu akførini taka serstøk atlit til størru akførini. Bert tey, sum dagliga ferðast á leiðini, kenna hesa mentan.
Bergholið lýkur heldur ikki tey trygdarkrøv, sum í aðrar mátar verða sett slíkum bergholum í dag.
Kost- nyttukanningar og framtíðarmetingar.
Landskassin hevur sum sagt ongar útreiðslur av hesum parti av landinum. Talan er tí um eitt sjálvbjargi øki, sum hinvegin letur eitt týðandi íkast til føroyska landsbúskapin. Við øðrum orðum er talan um ein kraftdepil, sum vit eiga at virðismeta, stuðla og menna við at skapa neyðugar karmar og vinnuligar fortreytir annars. Ein kost- nyttu kanning, saman við framtíðar úrtøkumetingum, hevði uttan iva víst, at Hvalbiarbergholið eigur at verða raðfest í fremstu røð. Hinvegin, verður einki gjørt, er vandi fyri, at týðandi virðir fara fyri skeyti og fólk eitt nú flyta úr sóknini. Vit hava seinastu mongu árini sað, hvussu burðaravlop, kynsbýtið, aldursbýtið og fólkatalið sum heild gongur skeiva vegin í oynni.
Visiónir og raðfestingar.
Serfrøðingar á økinum hava víst á, at tá fast samband verður millum meginøkið, Sandoy og Suður-oy, eigur farleiðin frá meginøkinum til suðuroyar at verða løgd um Hvalba. Hvalbiarbergholið verður sostatt ein týðandi partur av framtíðar farleiðini millum Suðuroy og meginøkið. Einki hevði tí verið meira natúrligt, enn at farið undir hendan partin av farleiðini beinan vegin, soleiðis at íløgan kundi verið gagnnýtt sum skjótast.
Landspolitisku útlitini.
Síðani 2002 hava fullveldisflokkarnir við Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum á odda, søplað 366 milliónir krónur av ríkisveiting burtur árliga, umframt fastfrystingina av ríkisveitingini. Eftir bert 5 árum er samanlagt talan um uml. 2 milliardir krónur – nóg mikið til at rinda fyri t.d. undir-sjóvartunnil millum meginøkið, Sandoynna og Suðuroynna kontant. Vit kunnu bert staðfesta, at soleiðis hevur verið raðfest landspolitiskt.
Fær formaður Javnaðarfloksins sín vilja, sum loysingarflokkarnir ivaleyst fara at taka undir við, verður restin av ríkisveitingin, meiri enn 600 mió. kr. árliga, burtur ár 2015. Í tilráðingunum í samband við “Visión 2015” verður tíverri rátt til, at farið verður ikki undir Hvalbiarbergholið fyrr enn í 2015. Tí er tað umráðandi og sera átroðkandi, at strongt verður á, soleiðis at dagføringin av farleiðini til Hvalbiar og aðrar dagføringar og íløgur í samferðslukervið kring landið sum skjótast verða framdar í verki.