Hvalbiar kommuna: Hvalbiartunnil gerast sum skjótast

- Hvalbiartunnilin er frá 1963 og tí 52 ára gamal, hetta er elsti tunnilin í landinum og er tað tí rættast at fara undir at gera nýggjan tunnil.

Tað skrivar Hvalbiar kommuna í skrivi sent fjølmiðlunum og landsstýrismanninum í lendismálum, Jørgen Niclasen.


Skrivið kemur í kjalarvørrinum av kjakinum um hvør tunnil er næst, nú tað gongur skjótari enn væntað at bora Viðareiðistunnilin.  


Hóast tað politiskt er raðfest fyri fleiri árum síðani, at tað er Hvalbiartunnilin, ið er næst í røðini, so hevur verið nevnt, at tað er upplagt, nú alt virksemi og amboð eru í Norðoyggjum, at tunlarnir Norður um Fjall verða tiknir framum.


Hetta hevur fingið Hvalbiar kommunu at ressast við, og í tíðindaskrivi í dag, minnir kommunan á, at tað er ein nýggjur Hvalbiartunnil, ið er næst á skránni, og nú arbeiðið við Viðareiðistunnilin gongur so væl, kann arbeiðið uppá Hvalbiartunnilin framskundast.


- Hvalbiar Kommuna fer staðiliga at heita á Landsstýrismannin og á Føroya Løgting um at halda fast við ta raðfesting, sum er sett út í kortið, so at vit kunnu fáa ein nýggjan Hvalbiartunnil sum skjótast.


- Tað, at tað hevur gingið so gott at bora har norðuri, skuldi kanska skunda undir, at farið verður fyrr í gongd við at gera Hvalbiartunnilin.


Kommunan vísir í skrivinum á, at núverandi støða, har tunnilin er til hindurs fyri at vinnulívið, ikki kann góðtakast í 2015.


- Vit vilja enn einaferð vísa á stóra virksemið, sum er í Hvalba við flakavirkinum, sum virkar umleið 5-8.000 tons av rávøru árliga, trolvirkið Bergið við sínum virksemi og annað virksemi, sum er í bygdini.


- Hvalbiartunnilin hevur verið ein stór forðing fyri, at vinnulívið kann vaksa og er framvegis ein forðing. Hetta er ikki haldført í 2015.


Tað er tó ikki bara tunnilin, ið hvalbingar finnast at, men eisini vegurin til tunnilin, ið ikki kann brúkast.


- Og lat tað verða viðmerkt her eisini, at talan má vera um nýggjan tunnil, tí ikki bert tunnilin, men eisini Kolavegurin er óbrúkiligur til ta ferðslu, sum er í 2015. Partar av Kolavegnum eru grundlagdir longu í 19-andu øld. Hetta hevur Landsverk eisini víst á í heildarætlanum, sum gjørdar eru.


Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Hvalbiar kommunu við at trýsta á her.