Hvalbingar og Sandvíkingar mugu klára seg í morgun uttan internet, 3G og 4G í nakrar tímar. Eitt arbeiðsóhapp í Hvalba er orsøkin til, at sambandið við útheimin er munandi skert.
Páll H. Vesturbú, stjóri í FT-Net, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at tað er eitt arbeiði nærhendis tunlinum í Hvalba, ið er orsøkin til, at sambandið er farið.
- Tað er kaðalin millum Tvøroyri og Hvalba, ið hevur fingið brek. Tað sum er hent er, at onkur hevur grivið ein fipurkaðal av, sigur Páll H. Vesturbú.
Skaðin merkir, at kundar norðanfyri Hvalbiartunnilin hava mist internetsamband, umframt at 3G og 4G ikki riggar á telefonunum. GSM ella 2G virkar enn, tí tað verður koyrt gjøgnum ein kaðal frá Miðvági.
Arbeitt verður í løtuni við at umvæla skaðan og vónar stjórin, at alt er fingið í rættlag aftur um nakrar tímar.