Dómstólurin sigur í úrskurðinum, at talan er ikki um visindaliga veiði, og at hon tí skal steðga.
Tað var avstralska stjórnin, sum bað Altjóða Dómstólin taka støðu til japonsku hvalaveiðina. Avstralia hevur í mong ár mótmælt, at Japan hevur veitt stórhval í Suðuríshavinum. Japanar hava hildið uppá, at teir veiða hval við vísindaligum endamáli, men hesum hevur Avstralia víst aftur, og í dag fekk landið viðhald i Haag.