Hvalaveiði fyri skotum

Tað vakti stóran ans, tá fráfarandi íslendski fiskimálaráðharrin, Einar K. Guðfinnsson, fyrr í vikuni gjørdi av at heimila hvalabátum at veiða stórhval

Fráfarandi ráðharrin er úr Sjálfstæðisflokkinum, sum nú fer úr stjórnini, og politikarar í hinum flokkunum harta hann fyri at hava skvika sær at taka avgerðina, áðrenn hann skuldi frá. Eisini hansara samgongufelagar í Samfylkingini finnast hvassliga at avgerðini, og teir hava boðað frá, at tann nýggja stjórnin fer at endurskoða avgerðina, sum teir siga vera skaðiliga fyri umdømi Íslands í útheimi.