Eysturoyar Tjóðveldisfelag
Vit liva í eini serligari tíð. Eisini politiskt. Fjølmiðlarnir tykjast at fáa alt størri og størri týdning fyri okkara støðutakan. Meðan tað er vorðið meira forkunnugt at koma á tal við politikararnar. Ofta er trupult gjøgnum fjølmiðlarnar at fáa greiðu á, hvat politisku flokkarnir standa fyri. Tað tykist ørkymlandi. Fyri mong hanga ofta fleiri ósvaraðir spurningar í leysum lofti, sum fólk ikki fáa høvi at spyrja politikararnar um.
Mikukvøldið kl. 20.00 hevur Tjóðveldisflokkurin almennan fund í bygdarhúsinum á Strondum, har umboð fyri Tjóðveldisflokkin, m.a. Høgni Hoydal, fara at greiða frá gongdini í fullveldismálinum, eins og greitt verður frá sjónarmiðum floksins á teimum mest týðandi samfelagsøkjunum.
Eisini verður nýtt ljós varpað á tann serliga og eyðkenda føroyska stuðulsbúskapin.
Á fundinum, sum er almennur, verður eisini lagdur dentur á, at øll fáa høvi at gera viðmerkingar og seta spurningar til politikkin hjá flokkinum.
Orðstýrarar á fundinum verða Eivind Jacobsen, bygdaráðsformaður, og Richard Johansen, skúlastjóri.