Vit skula velja hvørja ríkisrættarliga støðu okkara land skal virka undir, ein møgulig oljuvinna dagar í havsbrúnni, og á so mangan annan hátt bjóðar dagligi dagurin okkum broytingar. Vit broytast eisini sjálvi og síggja at tað gera onnur eisini, bæði í sinn og skinn.
Soleiðis hevur meira og minni, altíð veri. Fólk hava partvíst valt at broyta umstøðurnar og partvíst rætta seg eftir broyttum umstøðum. Hesa gongd mugu vit góðtaka og liva við, hvørt tað eru vit ella onnur ið broytast, uttaná ella innaní.
Hettar kann skapa meira og minni ótryggleika. ALT BROYTIST - ALT? Er so einki sum vit kunna halda í og vita okkum trygg við. Kann tað sum var gott í gjár, vera ónt í dag, ella tað sum er ónt í dag, vera gott í morgin? Um so er, hava vit veruliga grund til at óttast, tí tá er munurin millum ónt og gott, bara ein spurningur um hvørji tíð vit liva í.
So er bara eftir at spyrja, hvat trýrt tú? Er moralurin hjá tær bara nakað sum er grundað á uppvøkstur og annars meira ella minni tilvildarlig ting. Kanska á ein innara Guð, egnan vísdóm og argumentir - "Humanismu". Humanisman hevur bara ein stóran veikleika - menniskja!
Men tíbetur tað er ikki so. Tað eru ting ið ikki broytast, umstøður og "innstøður" tiknar við. Bíblian sigur at: "Jesus er í gjár, í dag og til ævigar tíðir hin sami". Hansara orð verða standandi til alla tíð, tá-, nú- og framtíð. Somu orð, sum skaptu hendan heim og alt sum í honum er.
Guð havið lov! Tað er møguligt at standa tryggur, eisini tá skýskravarnir falla. Jesus er svarið og eina Hann er grundvøllurin ið ikki vikast. Trúgv á Hann hvaðar so leiðin gongur.










