Havstovan er við í eini nýggjari verkætlan at kanna, hvaðan svartfuglurin kemur, sum verður skotin í Føroyum, Grønlandi og Kanada. Hetta verður gjørt við biokemiskum kanningum av fjaðrum frá veiddum fugli. Tí verður heitt á fólk, sum skjóta fugl, um at hjálpa til við hesari kanning og seta seg í samband við Berg Olsen á tlf. 353923 ella 222006.
- Tað, sum vit hava brúk fyri, er einum vongi av hvørjum fugli. Samstundis er høvi eisini at kanna, hvat fuglurin hevur etið, og hvussu gamal hann er, og tí er best, um vit eisini fáa høvd og maga av sama fugli. Tað besta er tí at koyra ein vong, høvd og garnar frá hvørjum fugli sær í ein plastikkposa og siga okkum frá. Til ber eisini at frysta tilfarið.
Tað sigur Havstovan í dag.
Lagt verður aftrat, at vetrarveiðan eftir svartfugli rættiligt tók dik á seg eftir 1980, tá forboð varð sett fyri at skjóta fugl um summarið. Fyri ta tíð varð mest skotið inni á firðum og í sundum, men nú verður eisini farið heilt út á einar 10-20 fjórðingar.
- Svartfuglur hevur verið ringmerktur í nógv ár, og hesi úrslit geva eina góða ábending um, hvaðani fuglurin er, men munandi betur úrslit kunnu væntandi fáast, um hendan nýggja verkætlanin eydnast.
Lomvigin, sum verður skotin í Føroyum um veturin er, sambært ringmerkingum, mest bretskur og íslendskur. Av tí at einki er merkt av føroyskum lomviga síðani í sjeytiárunum ber ikki til at siga, hvussu stórur partur av lomviganum, sum nú verður veiddur um veturin, er føroyskur.
- Men ringmerkingar vísa, at stórur partur av føroyska lomviganum heldur til fram við norsku strondini og í Norðsjónum um veturin, sigur Havstovan.