Tann føroyska "málrøktin" kann upplivast sum ein puritansk spennitroyggja, ið ikki eigur sín líka nakra aðrastaðni í allari verðini. Hon kennist mangan sum eitt ok, eitt málsligt fongsul sum avmarkar og skerjir og gevur fólki allar møguligar forðingar.
Tak tey geografisku nøvnini sum hesi seinastu árini eru vorðin perverterað: Europa til Evropa, Mexico til Meksiko, Thailand til Teiland, Chile til Kili os.fr. Tað er sum um onkur vil lúka burtur stavir sum X og C úr málinum og leggja lortin í altjóða viðtøkur! Hvussu vilja málsligu puritanarar t.d. kalla eina thai ella tex-mex restaurant? Ein freistast til at spyrja: hví gera lívið súrt fyri føroyingin bara fyri at konstruera eitt mál eftir íslendskum ella onkrum øðrum meira ella minni fantastiskum leisti? Eg meini so við, vit føroyingar hava eina útviklað eina "bleytari" úttalu enn t.d. íslendingar ? hví skulu vit krossfestast til at siga Evra (tað ljóðar ikki pent, "Evvvrrrra") ístaðin fyri tað meira eleganta og altjóðaliga Euro? Soleiðis kundi eg skrivað eina heila bók, men eg steðgi her fyri nú.










