Hví vil samgongan ikki seta ein kanningarstjóra?

Gunvør Balle
----

Enn hanga ein røð av iva­málum og spurningum í leysum lofti viðv. leikluti løgmans og hjá fyrrverandi innlendismálaráðharranum í málinum um Eystur­oyar­tunli­num. Hetta mál dálkar alt tað politiska umhvørvið og órógvar ein hóp av týðandi politiskum arbeiði, ið liggur á láni. At samgongan ikki vil seta ein kanningarstjóra skapar tí enn størri illgruna um, at alt ikki er farið rætt fram.
Onki løgtings- ella lands­stýris­fólk kann vera dómari í hesum máli, tí eigur ein pro­fessionellur og óheftur løg­frøð­ingur at kanna um em­bætisførslan og fyri­sitingin hjá lands­stýris­manninum og løgmanni er útint á lóg­lig­an hátt í málinum um Eyst­­ur­oyartunnilin. Um tað nakrantíð hevur verið grund­arlag fyri at seta ein kann­ingar­stjóra, so er tað í hesum mál­inum.
Fleiri av fremstu løgfrøð­ingum landsins hava úttalað seg um, at her ruggar ikki rætt og at hesi óvissuni kann hvørki politiska skipanin ella embætisverkið liva við. Havi ikki hoyrt nakran løg­frøðing sagt, at her er onki at fara eftir. Um tað er sum løgmaður sigur, at “alt er farið fram eftir bókini”, um onki er at dylja, - hví er løgmaður so ikki tann fyrsti til at lata eina óhefta kanning prógva hetta? So hann kann siga seg vera reinsaðan og harvið reisa álitið aftur á politisku skipanina?
Millum teir mongu álvar­somu spurningarnir eru:
1. Var heimildin fyri at fara undir samráðingar við CIP í lagi?
2. Var heimildin fyri at lova CIP eina mió kr í break-free í lagi?
3. Er tað í lagi, at løgtingið skal viðgera eina lóg, sum er grundað á ein sáttmála, ið verður hildin loyniligur fyri løgtinginum og fyri al­menn­inginum. At skúgva til síðis grundleggjandi rætt­indir sum alment inn­lit?
4. Var tað í lagi, at lands­stýr­is­maðurin í inn­lend­­is­málum afturhelt upp­­lýs­ingar frá m.ø. lógar­deildini fyri Løg­ting­in­um?
5. Var tað í lagi, at lands­stýris­maðurin í inn­lend­is­mál­um afturhelt upp­lýsingar frá Landsverki fyri Løg­tinginum?
6. Hevur løgmaður framt nøktandi eftirlit við lands­stýrismanninum í inn­lendismálum?

Samgongan brúkar sum um­bering, at lands­stýris­mála-nevndin í løtuni kannar málið. Meirilutin í hesi nevnd (sum eru samgongutingfólk) hevur higartil ikki vilja sett ein kanningarstjóra. Nevndin kannar bert tveir spurningar, tann um heimild er fyri tí einu milliónini til CIP og um upplýsingarnar hjá Landsverki, íð vóru aftur­hildnir. Hon kannar sostatt als ikki leiklut løgmans, sum kanska er tann mest áhugaverdi. Løgmaður var sjálvur við á fundinum, tá avtalan um eina mió. í break-free varð avtalað, sjálvt um hann í Løgtinginum rópti nei, tað hevði hann ikki, og dagin eftir í sjónvarpinum viðgekk, at tað hevði hann kortini.
Landsstýrismálanevndin hevur rættiliga skerdar møgu­­leikar í sínum kann­ingararbeiði og kann bert innkalla landsstýrisfólk til hoyringar. Tað kunnu ganga nakrar vikur áðrenn nøkur niðurstøða fyriliggur, og rætti­liga óvist er hvør tann nið­urstøðan verður. Men Føroya fólk hevur krav uppá at fáa endurreist álitið á politisku skipanina nú. Og Føroya fólk má sum minsta krav kenna seg trygt við, at tey, ið eru vald at umsita og gera landsins lógir, sjálvi seta eina æru í at hesar verða umsitnar rætt og lóg­liga. Hetta kann bert ein kann­ingarstjóri staðfesta og tí fái eg meg ikki at trúgva annað, enn at tað finnast um ikki annað 14 somikið frægir tinglimir, ið fara at taka undir við at fáa málið kannað av óheftum løgfrøðingi.
So segði skaldið - Spyrst so livst.