Millum tey meira absurdu fyribrigdini í okkara politisku skipan, er ein nevnd, kallað landsstýrismálanevndin.
Trý fólk eru í nevndini. Andstøðan eigur eitt, og samgongan tvey. Tey bæði umboðini fyri samgonguna eru sjávsagt tey, sum ráða. Tey skulu so hava eftirlit við sínum egnu landsstýrisfólkum. Samgongan og flokkarnir skulu hava eftirlit við sær sjálvum.
Tað ber sjálvsagt ikki til. Er tað nakað, sum stýrir flestu politikarum, so er tað loyalitetur móti egnum flokki.
Eitt dømi um hetta er málið um kanningina av "lásagøluni". Loyaliteturin móti Jóannesi Eidesgaard tykist hava havt størri týdning, enn ynskið um at leggja fram ein sannleika, ið kundi blivið dýrur fyri Eidesgaard og hansara flokk.
Eidesgaard leyg
Jaspur Vang og Andrias Petersen eru meirilutin í nevndini. Og Jaspur sigur í bløðunum um vikuskiftið, at teir, eftir at hava kannað øll viðkomandi skjøl, komu fram til, at illgruni ikki var um, at nakað ólógligt var hent.
Tað er í sjálvum sær ein niðurstøða, sum rakar Jóannes Eidesgaard. Tí hann ákærdi alment - meðan hann var løgmaður - ein annan mann fyri at hava gjørt nakað, sum "minnir um Watergate". Vit tosa altso um kriminalitet.
Nú siga so Andrias og Jaspur, at tað ikki var so frægt sum illgruni um nakað lógarbrot.
Harvið siga teir eisini, at Eidesgaard segði ósatt. Harvið siga teir, at Eidesgaard nýtti sína støðu sum løgmaður til at seta fram eina grova, men falska ákæru móti øðrum manni.
Slíkt er í sjálvum sær sera álvarsom misnýtsla av løgmansembætinum.
Loyaliteturin avgerandi
Álvarsamari er tað sjálvsagt, um Eidesgaard í hesum sama máli sjálvur hevur brotið tær lógir og reglur, ið hann var undirlagdur.
Men tann, ið lesur tilfarið um málið á heimasíðu løgtingsins, kann illa koma til aðra niðurstøðu enn júst hetta.
Eg skal ikki ramsa alt upp her, men í tilfarinum er upp í spannir av ábendingum um brot á bæði stýrisskipanarlógina og fyrisitingarligar reglur.
Men Jaspur og Andrias fáa, eftir at hava lisið tilfarið, ikki so frægt sum illgruna um nakað. Og eg fái ið hvussu er illgruna um, hví teir ongan illgruna fáa. Og tann illgrunin sigur, at tilfarið er lisið gjøgnum brillur, ið eru sera litaðar av politiskum loyaliteti.
Milliónin
Ført hevur verið fram, at ein autoriserað kanning ikki skal gerast, tí hon hevði kostað eina millión. Jaspur nevnir sama tal.
Eg veit ikki hvar talið kemur frá. Men tað er garrvilt. Kanningin kann gerast fyri ein brotpart av hesum.
Mann kann eisini fáa illgruna um, hví eitt so stórt tal verður slongt út...
Tingið vanvirðir seg sjálvt
Jaspur sigur, at eg "vanvirði Føroya Løgting", tá eg kritiseri avgerðina um ikki at gera nakað við hetta mál.
Tjae. Eg haldi nú meira, at tað er Føroya Løgting, sum vanvirðir seg sjálvt.
Í lásagøluni vórðu settar fram grovar ákærur um lógarbrot í landsins leiðslu. Alt bendir á, at lógarbrot eisini fóru fram.
Útspillingin fór út um øll mørk.
Og Føroyar vóru gjørdar so dyggiliga fyri skommum.
Men Løgtingið heldur ikki, at nakað skal hava avleiðingar fyri nakran. Alt fer bara aftur við borðinum. Eingin fær ábygdina av nøkrum.
Signalið til borgararnar er greitt: So leingi tú situr í ovastu leiðsluni, kanst tú týggja tær akkurát, sum tú vilt!
Eg haldi ikki, at tað er serliga gott fyri rættarkensluna.