Fýra ára gamli Lu úr Kina vigar 62 kilo, sum er umleið fimm ferðir so nógv, sum hansara javnaldrar. Sum nýføðingur hevði hann vanliga vekt, men bert tríggjar mánaðar gamal byrjaði vektin at økjast. Eingin skilir, hví Lu vigar so nógv. Foreldrini hjá Lu stúra fyri, at hann fer at verða happaður, tí hann er vorðin so stórur og tungur.
- Vit skilja ikki, hví Lu vigar so nógv. Eingin í okkara familju vigar ov nógv, sigur pápin, Lu Yuncheng, við Daily Mail.
Hann leggur aftrat, at tá Lu varð føddur, vigaði hann 2600 gram. Tríggjar mánaðar gamal byrjaði hann at taka upp á, og bara seinasta árið er vektin økt við heili 20 pundum.
Foreldrini hava ferð eftir ferð verið hjá ymiskum læknum við dreinginum fyri at royna at finna út av, hvat bagir Lu.
- Læknarnir siga, at hormonstøðan hjá honum er vanlig. Ein lækni segði, at drongurin hevur ein svull í høvdinum, men tveir aðrir læknar hava sagt, at hetta passar ikki, sigur pápin.
Foreldrini siga við Daily Mail, at tey stúra fyri framtíðini hjá dreinginum, bæði tá ræður um happing - og heilsuna annars.
- Heldur hann fram at veksa, soleiðis sum hann ger nú, er ikki vist, at hjarta tolir tað, sigur mamman, Chen Yuan.
Hon leggur aftrat, at teirra størsta ynski er, at drongurin skal gerast klænri.
Lu er júst fyltur fýra ár, og hann er 110 sentimetrar høgur.
- Matarlysturin er so stórur, at hann etur tríggjar fullar skálir av rísi til døgurða. Annars eru allar portiónirnar, hann etir, størri enn tær, sum vit eta, siga foreldrini.
Tey royna at ansa eftir, hvussu nógv drongurin etur, men hetta er ikki nøkur løtt uppgáva.