Hvítusunnuveking kring allan heimin

Í minsta lagi 25 % av heimsins 2 mia kristnu er limir annaðhvørt í eini hvítusunnu- ella karismatiskari samkomu.

Vøksturin í hvítusunnurørsluni í Europa stendur kortini í stað, men í Asia, Afrika og Latín-Amerika veksur hon nógv.

Í fleiri av londunum er henda rørslan tann størsta, og bara í Guatemala eru 60 % av øllum kristnum karismatikkarar ella hvítusunnulimir.