Hvítusunnukvøða

Og tey hildu fast saman um læru ápostlanna, samfelagið, breyðbrótingina og bønirnar. Men ótti kom á eina og hvørja sál, og mong undur og tekin vórðu gjørd av ápostlunum. Men øll tey, sum trúðu, hildu saman og høvdu alt í felag; og tey seldu ongir sínar og góðs sítt og býttu tað sundur millum øll, eftir tí sum ein og hvør trongdi. Og hvønn dag hildu tey sær samhugað støðugt í halgidóminum, brutu breyðið heima við hús og fingu føði sína við gleði og í hjartans einfaldi. Tey lovaðu Guði og høvdu yndi hjá øllum fólkunum. Men Harrin legði hvønn dag nøkur aftur at teimum, sum vórðu frelst. Áps. 2,42-47.

Nú hvítusunnan er í hondum, og sólin hækkar alsamt á luftini, verða vit mint á Heilaga Andans virkning í tí kristna mannalívinum. Tað verður sagt um tey fyrstu kristnu, at tey hildu fast saman um læru ápostlanna, samfelagið, breyðbrótingina og bønirnar.

Vit vita, hvørja ávirkan sólin hevur um várið, og um summarið so hvørt sum lýðkan kemur í luftina, hvussu hon bræðir ísin harða, so at einki verður eftir av honum. Soleiðis er, tá ið Heilagi Andin sleppur framat í einum mannahjarta; alt verður fullkomiliga umbroytt hjá tí menniskjanum, alt verður nýtt, so tað kemur at virka, eins og tað gjørdi hjá teim fyrstu kristnu.

Latum okkum tí ansa eftir, at vit ikki sløkkja Andan, soleiðis sum Paulus ávarar Kirkjuliðið í Tessalóniku 5, 19. Sløkkið ikki Andan! Tað kemur at hava álvarsligar avleiðingar um vit forða Andanum at gera sín gerning.

 

 

Hvítusunnusálmur

Lag: Hin harða krossin. Bf. 45. Dk 98.

 

1. Sum sólin bræðir burtur ísin harða,

so vermir kærleikin Gudsbarnið kæra;

við anda sínum eins og sólarmagni,

so verður Halgi Andin tí at gagni.

 

2. Gud, Halga Anda sín her niður sendi,

til frelsta syndaran seg niður bendi;

gav honum mátt at stríða trúarstríðið,

so er hans náði, frelsarin hin blíði.

 

3. Á hvítusunnu, lærusveinar glaðir,

teir fingu Heilaga Anda frá Gud faðir;

og fóru teir við frelsuboðnum góða,

sum enn í dag til syndarar man ljóða.

 

4. Gud okkum gav ta náði her at boða,

at náðarsólin bjørt man til oss roða;

um Jesus Krist á krossi mátti bløða,

hann syndasár í dag enn her man grøða.

 

Kjartan Stakksund