Hvítusunnudagur

Í dag eru hvítusunnudagur. Talan er um ein av teimum trimum stóru hátíðunum í kristnu kirkjuni

 

Navnið hvítusunna kemur av, at í fornkirkjuni var hetta dópstíðin fram um aðrar, og av teimum hvítu klæðunum, tey vóru í, sum doypt vórðu.

Navnið hvítusunna vinnur sær rætt í gomlu ensku kirkjuni, og haðani kemur tað til Norra, Føroya og Íslands.Tað navnið, sum annars vann fram í flestu europeisku londum, var orðið sum til dømis á donskum eitur ‘pinse’. Og tað kemur av grikska orðinum ‘pentekoste’, ið merkir 50. dagurin eftir páskir.

Høgtíðin, ápostlarnir komu saman á, og sum vit lesa um í Ápostlasøguni 2. kapitli, var annnars gomul jødisk takkarveitsla fyri hveitiskurðin. Jødar nevna hesa hátíð sjeyvikuhátíðina, tí at hon verður hildin sjey vikur eftir páskir.

Upprunaliga var sjeyvikuhátíðin ein takkarhátíð fyri kornheystingina, men rabbinarnir hildu hana til minnis um sáttmálan á Sinai.

Í kirkjum kring allan heim koma fólk saman og gleðast um komu heilaga andans. Heilagi andin er talsmaðurin, sum Jesus segði skuldi vera eftir hjá hansara lærusveinum, tá ið hann fór at fara frá teimum.

Gudstænastur og møti eru í kirkjum og samkomum kring alt landið í dag.