Hví trívist lærarin ikki???

Í øllum framkomnum londum gera tey eina eftirmeting, tá ein nýggj skipan er roynd á økinum í eina tíð.

 

Integrering!

Um tað mundi, tá Føroya Spesialskúli var komin, t.v.s. fyrst í sekstiárunum, var nógv frammi um integrering. Eisini í Føroyum vóru bylgjurnar høgar viðhvørt, og tað vóru tey, sum ynsktu henda skúlan, (spesialskúlan) har piparið vaks.


Hvat hevði fólkaskúlin at bjóða, áðrenn spesialskúlin kom?

Einki! Tað var ikki eftir áheitan frá skúlunum, men frá fortvivlaðum foreldrum, sum høvdu sent síni børn av landinum.

Eingin ? eg taki uppaftur ? eingin kann hugsa sær, hvussu hesi foreldur høvdu kempað og stríðst millum at hava børnini heima við ongari frálæru, og so at lata tey fara av landinum og fáa frálæru.


Væl vitandi nú, so síggi eg, at áhaldandi bøn og úthaldni fekk tey at taka hesa avgerð. Ærað veri teirra minni.

Hjúnini Annilena og Jákup Zachariasen slóðaðu fyri einstaklingar ? og serundirvísingini í Føroyum.

Vit vóru nøkur, sum valdu at fara undir hetta krevjandi arbeiði.

Tá eg upplivdi hesi 3: Ditlev, Margit og Hjørmund ? hvussu stórt arbeiði, og hvussu stóran kærleika, tey løgdu í frálæringina, so ivaðist eg onga løtu í, hvørjum børnum eg ynskti at undirvísa.


Skeiðvirksemi

Vit vóru ofta send niður á skúlar, tí tú mátti endurnýggja teg alla tíðina, tí tað hendir so nógv á hesum øki. Niðri var baklandið størri, og tí var tann vegurin valdur.


Eftirmetingin!

Meðan eg var á deyvaskúlanum á Kastelsvegnum, kom út ein bók ? eftirmeting viðv. integreringini. (1965).

Longu tá gjørdu tey vart við, at ikki var alt so gott, sum tey høvdu vónað. (Her er talan um øll brek). Ein av orsøkunum var, at lærarar vóru farnir at skifta starv, tí hetta fór at verða ov lítið úrslit í mun til tað arbeiðið, ið lagt varð í.

Her skal leggjast aftrat, at eingin sparing var upp á tal, og nógvir lærarar høvdu fingið ta kravdu frálæruna at taka sær av hesum.


Eykaútbúgvingin í Føroyum

Nakrir lærarar høvdu fingið eina eyka útbúgving, men eg veit t.d. at einasti skúli, ið t.d. undirvísti deyvum og blindum, var spesialskúlin, men har komu tey ikki í praktikk. ?

Annars hevur fólkaskúlin als ikki fingið fyrireikað seg at taka ímóti næmingum við serligum tørvi.


Skúlin í Runavík og Klaksvík

Hesir skúlar høvdu kortini gjørt eitt dygdargott fyrireikingararbeiði ? at taka ímóti deyvum. Eg hugsi, at teir skúlastjórarnir hava trýst nógv á og sett treytir og fingið sín vilja.

T.d. sendu hesir báðir skúlar lærarafólk til Havnar ? fyrst eitt heilt ár og seinni á stytri skeið og hetta vóru sera dugnalig og virkin fólk, sum valdu sær hetta. Skúlin í Rituvík hevur víst, at tað bar til, og úrslitið kunnu tey vera stolt av. Allur flokkurin (úr 1. flokki og allan vegin upp) lærdi t.d. teknmál, so næmingurin, sum deyvur var, hevði bæði familju og lærarar og floksfelagar, sum hann lættliga kundi samskifta við.


Orsøk(ir) til mistrivna!

Ferð eftir ferð havi eg víst á, at »integreringin« hevur gjørt lærarar til syndabukkar. Hví? Jú, henda uppgávan er smoygd niður yvir tey ? uppgávan, sum er so stór, men sum endar við, at fleiri lærarar ganga við ringari samvitsku, tí so lítið kom burturúr. Vit eiga nógv fram úr dugnalig lærarafólk, og tað er spell, at tey lítið annað vita sær, enn at skifta starv. Eg eri bangin fyri, at nú vendist ikki við, tí nú er einki stað at senda tey við serligum tørvi. Spesialskúlan hava tey brotið niður. Nokk so vanligt fyribrygdi í Føroyum: Tað, sum virkar væl, skal niðurbrótast.

Samanber við Landssjúkrahúsið o.m.a.

Til lærarafelagið vil eg siga: Haldið fram við tykkara ágrýtni fyri einum góðum fólkaskúla ? hann er grundvøllurin í tí føroyska samfelagnum.

Eg ynski tykkum alt tað besta.

Eitt má samfelagið syrgja fyri og tað er, at vit ikki koma í ta støðu, sum vit vóru í, áðrenn 1962, tá børn vórðu send av landinum at fáa frálæru.

Børn hava rætt til góðan SKÚLA í heimlandinum.