Hví tosa vit í svøvni?

Tað ber til at tosa allatíð, meðan ein svevur, og flest gera tað bara, tá tey eru børn, vísa kanningar.

Summar menniskjur tosa í svøvni alt lívið. Viðhvørt kann tað hava samand við sálarligar sjúkur ella febur. Tað er tó undir serligum umstøðum, og oftast eru tey púra vanlig fólk, skrivar Illustreret Videnskab.

 

Tað er stórur munur á, hvussu nógv verður tosað, ella hvussu fullførdar setningar verða sagdar alt eftir menniskju.

 

Sum oftast vita fólk ikki sjálvi av, at tey tosa í svøvni. Tað er eingin vandi við at tosa í svøvni, men tað kann vera eitt bílæt av, hvussu strongdur, ein er, ella um ein manglar svøvn.