Hvítarussland steðgar gassinum til Evropa

Forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, hevur givið boð um at steðga øllum gassflutninginum til Evropa, eftir at russar hava skert gassflutningin til Hvítarusslands 30 prosent.

Russiska gassfelagið Gazprom kunngjørdi í gjár, at felagið hevði skert flutningin til Hvítarusslands, tí at landið hevur ikki goldið fyri gass, sum landið hevur fingið. Samstundis hótti felagið við at skerja gassflutningin uppaftur meiri, verður rokningin ikki goldin.

Sum skilst snýr tað seg um meiri enn eina milliard krónur.

ES-nevndin sigur, at umleið seks prosent av gassinum, sum verður brúkt í Evropa, kemur ígjøgnum Hvítarussland, og nevndin hevur í dag biðið Russland og Hvítarussland halda avtalurnar um sølu og flutning.