Hvítarussland noyðist við í kappdubbing

Forsetin í Hvítarusslandi, Alexander Lukasjenko, sigur, at avgerðin hjá NATO at styrkja sínar herdeildir í Evropa fer at elva til eina nýggja vápnakappdubbing í okkara heimsparti.

Við fronsku tíðindastovuna AFP sigur Lukasjenko, at hvítarussiska stjórnin fylgir væl við tí, sum NATO tekst við við í Eysturevropa. Hann vísir millum annað á, at NATO-flogfør flúgva altsamt nærri tí hvítarussiska markinum og spyr, hví tey gera tað.

Sambært forsetanum hevur Hvítarussland ikki annað í at velja enn at styrkja sína loftverju, og tað er ein beinleiðis avleiðing av teirri herdu vápnadubbingini hjá NATO, sigur hann.

Viktor Lukasjenko sigur, at Hvítarussland noyðist eisini at takað til eftirtektar, at NATO-herdeildir eru í Baltalondunum, og at landið má takað stig samsvarandi hesum veruleika.