23 ára gamli Alexander Rybak, sum í kvøld vann altjóða tónleikakappingina, Eurovision 2009 í Moskva, er føddur í Hvítarusslandi, haðani bæði foreldrini eru ættað
Mikudagin fylti hann 23 ár, og á sjálvum tjóðardegi Noregs vann hann Eurovision 2009 í Moskva. Alexander Rybak er tónleikari, komponistur og sjónleikari. Hann er føddur í Hvítarusslandi í táverandi Sovjetsamveldinum.
Hann er sonur Natalia Valentinovna Rybak (fødd í 1959), sum er pianistur, og Igor Alexandrovitsj Rybak (føddur í 1954), sum spælir violin. Familjan búði í Hvítarusslandi til Alexander var fýra ár. Tey fluttu til Nesodden uttan fyri Oslo, har familjan framvegis býr.
Alexander Rybak spældi violin og klaver longu frá tí at hann var fimm ára gamal, men hann hevur síðani kastað seg yvir violinspælið. Hann vandi violin saman við pápa sínum til hann var tannáringur, tá hann fór at lesa á Norges Musikkhøgskole. Í hesum tíðarskeiðnum spældi hann m. a. í Vivaldi-orkestrinum, sum var undir leiðslu pápa hansara.
Alexander hevur sjálvur skrivað sangin »Fairytale« - íbirtur av kenslum fyri eini fyrrverandi unnustu. Eftir at hann vann í Noreg, vóru fólk á einum máli um, at hann var favorittur til at vinna altjóða kappingina. Sangurin var beinanvegin seldur í yvir 5.000 eintøkum, og fór beinanvegin upp á fyrsta plássið á listanum hjá VG. Fleiri plátufeløg í Noreg og uttanlands vístu sanginum áhuga beinanvegin.
»Fairytale« kom út sum single av BpopMentometer, og seldi til gull.
21. februar vann hann Norsk Melodi Grant Prix 2009 við 750.000 atkvøðum ? fleiri enn 600.000 atkvøður framman fyri nummar tvey.









