Hvítabók - Ìskoyti um døgverðar til føroyskar pensjónistar

Edmund Joensen

Fullveldismaðurin Vagnur Mikkelsen
skrivar í tíðindabløðunum leygardagin, at kostnaðurin av um- og nýbygging av hølum til Løgtingið var 17 milliónir krónur meira enn mett. Hann fílist eisini á at eg taki undir við ætlan Løgmanns um at løgmansætið eina ferð í framtíðini verður í Hoyvík. Vagnur Mikkelsen hevur loksins funnið út av, at fíggjarliga hongur ikki saman í Føroyum. Hann hevur roknað út at meirkostnaðurin av byggingini av løgtingshúsinum svarar til 485.714 døgverðar frá Lágargarði til føroyskar pensjónistar.

Sambandsmaðurin Helgi Abrahamsen
hevur grein við síðuna av greinini hjá Vagni Mikkelsen. Hann ger upp hvussu nógvar krónur høvdu verið í part hjá teimum 6000 pensjónistunum, sum eru í Føroyum, síðan 2002, um blokkurin av fullveldisávum ikki var skerdur. Helgi Abrahamsen fær tað til 213.500 kr. (tvey hundrað og trettan túsund og fimm hundrað krónur) í part til hvønn einasta pensjónist í Føroyum. Umroknar ein tølini hjá Helga til døgverðar kundi hvør einasti pensjónistur í Føroyum - ikki bert teir 150 sum eru knýttir til Láðargarð men allir 6000- hvørt ár fingið 6 døgverðar um dagin.

Tann grundleggjandi munurin
Tær 17 mió. krónurnar í meirnýtslu sum Vagnur Mikkelsen nú ætlar at metta føroyskar pensjónistar við, eru ígjøgnum eini 3 til 4 ár, í høvuðsheitum settar í timbur, jarn og betong - harur kostur.
Tær 1.281 mió. kr. higartil og meira enn 366 mió. kr. um árið hvørt ár framyvirum, sum Helgi Abrahamsen skrivar um, og sum fullveldismenn hava forkomið okkum føroyingum, hóast vit høvdu ófrávíkiligan rætt til tær, eru ikki bundnar í timbur, jarn og betong. Taka vit alt við sum td, aðrar yvirtøkur og prístalsviðgerð eru tølini nógv hægri og meira enn 400 milliónir um ári framyvir. Tær hava síðani landstýrið frásegði sær tær, styrkt um og styrkja framvegis um danska búskapin, sum frammanundan er ein tann sterkasti í heiminum.

Hvør er orsøkin?
At tað ikki hongur saman fíggjarliga í Føroyum, kunnu bæði fullveldismenn og sambandsmenn vera samdir um. At tað ikki átti av verið soleiðis, eiga vit eisini at kunna semjast um. Hóast danski staturin sprændi 3 milliardir kr. inn í føroyska búskapin, og hóast gullárini við góðum fiskiskapi, høgum fiskaprísum, lágum orkuprísum o.s.fr. er okkara búskapur sleptur fyri bakka av okkara fullveldisflokkum. Almennu útreiðslurnar eru øktar við meira ein einari milliard kr. árliga, fyri størsta partin til øktar almennar lønir - ikki til pensjónistar - og almennu inntøkurnar, tær frá statinum, eftir ynski frá undanfarna landstýri og samgongu minkaðar við meira enn 400 mió. kr. árliga.

Fylgjurnar størar
Tann sum trýr at tað ongar fylgjur fær fyri eftirtíðina at ríkisveitingin minkar við meira enn 400 milliónum um árið og fíggjarlógin hækkar við meira enn 1 milliard um árið, fyrst og fremst til øktar almennar lønir, má trúgva umaftur.

At slíkur ørvitisskapur má ganga út yvir føroyska búskapin dugir hvør einasti føroyski pensjónistur at rokna út. Og føroyskir pensjónistar vita eisini fullvæl, at gongur tað illa í einum landi, rakar hetta fyrst tey gomlu og tey veiku.

Greinin hjá Vagni endar við orðunum - hetta hongur bara ikki saman harra formaður. Læt meg at enda minna á, at tey sum minnast lesarabrøvini undir fullveldislandstýrinum, tá fullveldisøsingin var í hæddini, minnast eisini harra Vagn Mikkelsen sum ein av teimum ýtarstu stuðulunum til ørskapin.