Tað kom ikki nógv nýtt fram, tá Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, fyrrapartin í gjár legði Hvítubók við fylgibindum fyri tingið. Bókin hevur verið so mikið nógv viðgjørd á fundum og í fjølmiðlunum, at flestu kenna høvuðsinnihaldið í henni. Tískil var talan heldur um formleika enn um kunnan, tá landsstýrismaðurin frá tingsins røðarapalli greiddi frá um landsstýrissins niðurstøður og ætlanir í sjálvstýristilgongdini.
Endamálini
Høgni Hoydal greiddi frá teimum átta høvuðsendamálum landsstýrissins í sambandi við nýggjan sáttmála við Danmark viðvíkjandi ríkisrættarligu støðu Føroya.
Endamálini eru:
? At evsta vald, evsta ábyrgd og ognarrætturin til Føroya land verða staðfest at liggja hjá føroyska fólkinum, og at hetta skal vera altjóða viðurkent.
? At bert fólkavaldu myndugleikarnir í Føroyum kunnu taka avgerðir um viðurskifti Føroya innanhýsis og uttanhýsis.
? At Føroyar verða javnsettar øðrum londum og gerast javnbjóðis og sjálvstøðugur partur í altjóða samfelagnum.
? At Føroyar hava fult ræði og fulla ábyrgd í búskaparviðurskiftum sínum.
? At semjur um felags ríkjaleiðara, felags gjaldoyra og felags rættindi hjá donskum og føroyskum ríkisborgarum hvør hjá øðrum verða staðfest í einum altjóðarættarliga bindandi sáttmála.
? At samstarv verður avtalað við viðkomandi myndugleikar í Danmark og øðrum londum um útbúgving, gransking, heilsumál, fíggjarmál, løgreglumál, rættarmál og uttanríkismál.
? At tryggjað verður ein skiftistíð, har ríkisveitingin verður minkað burtur yvir eitt nærri tilskilað áramál, og møguleikar verða fyri at tillaga landsins búskaparpolitikk stigvíst til eina støðu við sjálvbjargnum búskapi og sjálvstøðugari fyrisiting á øllum málsøkjum.
? At ásettar verða mannagongdir fyri, hvussu ein sáttmáli við Danmark kann endurskoðast, leingjast ella sigast upp.
Skulu kenna seg trygg
Nógv hevur verið tosað seinastu tíðina um, hvussu fullveldisætlanin fer at ávirka einstøku føroysku familjuna. Røddir hava verið við, at ætlan landsstýrissins fara at gera tað verra fyri vanligu føroysku familjuna. Men sambært Høgna Hoydal er ikki neyðugt at stúra.
Landsstýrismaðurin vissar um, at landsstýrið hevur sum høvuðsmál, at alt Føroya fólk kann kenna seg trygt við tey stig, tikin verða. Eisini vísti hann á, at tað er umráðandi, at avbjóðingarnar eru greiðar og væl upplýstar, tá endalig støða skal takast til ein sáttmála á fólkaatkvøðu í Føroyum.
Ongar forðingar
Høgni Hoydal vísti í frágreiðing síni á, at landsstýrið innanhýsis hevur viðgjørt Hvítubók, og er tað komið til ta niðurstøðu, at ongar beinleiðis forðingar eru fyri ætlanini um at skipa føroyar sum fullveldisríki í sáttmála við Danmark, eins og samtykt varð av samgonguni og Miðflokkinum á Løgtingi 2. oktober 1998.
Landsstýrismaðurin ásannar, at ætlanin setur stór krøv og stórar avbjóðingar til politiksu skipanina, búskaparstýringina, fyrisitingina og samfelagið alt. Hann sigur, at tað á øllum økjum krevjast greið stevnumið og politiskar semjur fyri at tillaga og byggja upp eitt sjálvstøðugt og sjálvbjargið føroyskt samfelag, so at sleppast kann undan óhepnum avleiðingum í tillagingartíðini. Fortreytin fyri at vinna á mál heldur Høgni Hoydal vera, at hildið verður fram við at viðgera avbjóðingarnar og krøvini eftir fólkaræðisligari mannagongd.
Hvørjar viðmerkingar aðrir politikarar hava at siga um Hvítubók og fullveldisætlanina frá tingsins røðarapalli, fáa vit at vita hósdagin 14. oktober, tá aðalorðaskifti um Hvítubók er á skránni.