Um nakrar fáar dagar fara vit inn í juni mánaða, og hugsa vit eitt sindur aftur í tíðina, so minnast vit, at landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal segði, at 10. juni skuldi alt fyrireikingararbeiðið til Hvítu bók verða liðugt.
Og soleiðis verður tað - næstan.
Á tíðindafundi í Tinganesi í gjár segði landsstýrismaðurin, at arbeiði er komið so væl áleiðis, at 1. september er settur sum dagurin tá Hvíta bók verður givin út. Eitt sindur seinni enn ætlað, men hugsa vit um hvussu stórir arbeiðssetningarnir vóru, so er seinkanin ógvuliga lítil.
Til verka
um ársskiftið
Landsstýrið setti tríggjar arbeiðsbólkar.
Sáttmálabólkurin hevur til uppgávu at greina út støðið undir einum tvílandasáttmála Danmarkar og Føroya millum, ið skipar Føroyar sum eitt fullveldi í samstarvi við Danmark.
? Vit hava hugt eftir hvussu støðan hevur verið og hvussu hon er í dag, og roynt at sett okkum inn í framtíðina við at hyggja at hvussu onnur smálond hava gjørt, tá tey hava tikið fullveldi, sigur Herluf Sigvaldsson formaður í sáttmálanevndini.
Hann legði eisini dent á, at ætlanin við Hvítu bók er, at hon skal verða viðkomandi fyri allar politiskar flokkar.
? Tað sum stendur í henni skal verða ein hjálp til allar politiskar flokkar og ikki bara fyri samgonguna, segði hann.
Fyrisitingarbólkurin liðugur
Uppgávan hjá fyristingarbólkinum hevur verið - tí hann er liðugur við sítt arbeiði -at lýsa á hvørjum øki vit samstarva við danir í dag, hvussu hetta skal gerast framyvir og eisini at hyggja at tí løgfrøðisliga partinum í hesum sambandi.
Bergur Berg, sum er formaður í hesum bólki greiddi frá, at arbeiðið hevur gingið væl.
? Vit kunnu gott siga, at tað arbeiðið, sum nú er framt hevur verið sera gagnligt í allar mátar, tí eg haldi, at hava funnið út av nógvum, sum vit ikki vóru greið yvir frammanundan
Búskaparbólkuri
stóra uppgávu
Seinasti bólkurin, sum landsstýrismaðurin setti er búskaparbólkurin.
Arbeiðssetningurin hjá bólkinum var sera umfatandi, og tí var neyðugt beinanvegin at avmarkað uppgávuna, so tað bar til at loysa hana.
Hetta gjørdi nevndin so, og landssýrið góðkendi avmarkaða setningin.
Reidar Nónfjall greiddi frá, at nevndin hevur valt at arbeiða við tí, sum fortreyt, at blokkurin ikki verður tikin burtur í einum, men at ein tillagingarskipan verður gjørd í ávíst áramál.
Tað verður so útfrá hesum setningi, at búskaparbólkurin skal koma við sínum uppleggi.
Av tí at arbeiðsbyrðan hevur verið so ógvuliga stór væntar Reidar Nónfjall ikki at bólkurin verður liðugr við arbeiði sítt áðrenn 10. juni, sum ætlanin uprunaliga var, og tí er hann fegi um, at bólkurin hevur fingið nakrar dagar eyka at arbeiða í
1000 síður í
trimum bindum
Sum nevnt so kemur Hvíta bók á gøtuna 1. september og tað er ikki so lítið verk sum kemur út.
Bókin verður í trimum bindum uppá í alt umleið 1000 síður. Tó verður fyrsta bind tað minsta, men samstundis tað mest áhugaverda, tíð tað er har allar niðurstøðurnar standa.
Annars arbeiðir landsstýrið við ætlanunum um at gera eina heimasíðu til endamálið, har allar uppýsingar eisini liggja inni, umframt at møguleiki verður fyri kjakið á eini kjaksíðu.
Til seinast kunnu vit upplýsa at arbeiðið við fullveldisætlanunum gjørdist bíligari enn tað sum er avsett á fíggjarlógini
Høgni Hoydal sigur, at hóast peningur er brúktur til bæði ráðstevnu og annað, so sær út til at tað gjørdist bíligari enn tað sum vit fingu játtað á fíggjarlógini til endamáli