Hvít dunna til Chelsea

Chelsea sigst vera heilt nær við at tryggja sær undirskriftina hjá 17 ára gamla brasiliumanninum, Alexandre Pato.

Pato, sum í heimalandinum verður róptur “tann hvíta dunnan”, er seinastu tíðina settur í samband við bæði Milan og Benfica, men umboðsmaðurin hjá spælaranum sigur, at tað er mest sum víst, at Chelsea fær undirskriftina hjá stjørnuskotinum.