Hetta er ein spurningur, ið nógv óivað seta sær. Grundgevingin tykist at verða, at ?danska stjórnin hevur jú boðað frá, at vit kunnu taka fullveldi um vit ynskja hetta - er hetta ikki at hava sjálvsavgerðrrætt??. Svarið er nei - als ikki. Tað at danskir myndugleikar ikki vilja viðurkenna føroyingar sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti og tað, at føroyskir myndugleikar ikki hava fingið altjóða viðurkent hesi rættindi, hevur nógv størri týdning enn fólk flest geva sær far um.
Heimastýrið - ein sáttmáli millum tjóðir
Meðan flestu føroyingar síggja heimastýrisavtaluna sum ein sáttmála millum tvær tjóðir - sær danska stjórnin hesa avtalu sum eina fólkatingslóg. Danska stjórnin er ikki av tí fatan at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti og metir tí ikki, at føroyingar av sínum eintingum kunnu velja tað ríkisrættarligu kós, ið ynskt verður. Danskir myndugleikar er av tí fatan, at tað bert er við teirra samtykki, at føroyingar kunnu broyta ríkisrættarliga støðuna. Og júst hetta er sera grundleggjandi.
Skulu danir ella ES avgera ríkisrættarligu støðu Føroya ?
Frá sjónarhorninum hjá donskum myndugleikum eru tað fyrst og fremst sjónarmiðini hjá skiftandi donskum stjórnum, ið hava týdning og harnæst sjónarmiðini hjá føroyska fólkavalda løgtinginum. Hetta er ein sera ótrygg ríkisrættarlig og løgfrøðilig støða at verða í fyri føroyingar.
Við teimum broytingum, ið støðugt fara fram í heiminum kann nógv broytast eftir stuttari tíð. Tí kann støðan hjá donsku stjórnini mótvegis føroyskum myndugleikum eisini broytast. Og ikki er víst at hetta er til fyrimuns fyri føroyingar.
Hvussu fer ein broyting í løgfrøðiligu bindingunum millum Føroyar og Danmark at verða tulkað av donskum myndugleikum ?
Og hvar standa føroyingar eitt nú, tá danskir myndugleikar í næstum helst fara at siga frá sær øll fyrivarni mótvegis ES - og harvið lata fullveldi og avgerðarrætt eitt nú tá umræður statsborgaraskap, trygdarmál og rættarmál frá sær?
Yvirtøkur av C-málum - loyvi ella ikki loyvi?
Vit hava sæð við yvirtøkum av málum, ið ikki eru nevnd í heimastýrislógini, hvussu ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum verður ávirkað av, at tað eru tey donsku sjónarmiðini, ið eru tey stýrandi. Undanfarna danska stjórnin við Poul Nyrup Rasmussen á odda metti ikki at føroyingar kundu yvirtaka málsøki, ið ikki vóru nevnd beinleiðis í heimastýrislógini frá 1948, eitt nú revsirættur, persóns, familju- og arvarættur, dómstólar og lóggáva um fíggjarvirksemi og ognarrætt. Henda støðan broyttist tó eftir danska fólkatingsvalið, tá nýggj stjórn varð vald. Núverandi danska stjórnin er meira jalig viðvíkjandi yvirtøkum, men metir nýggja stjórnin tó, at tað eru danskir myndugleikar, ið skulu avgera hvat kann yvirtakast og hvussu.
Politiskar - ikki løgfrøðiligar forðingar
Sjónarmiðini og avgerðirnar hjá donsku stjórnunum eru reint politiskar og ikki løgfrøðisligar. Tí heimastýrislógin frá 1948 er ongin forðing fyri, at føroyingar kunnu yvirtaka øll málsøki og náa heilt at fullveldinum - um bert politiskur vilji er til staðar.
Heimastýrislógin staðfestir eisini at ?Føroyar eru sjálvstýrandi tjóð? eins og føroyingar uppfylla allar treytir sambært fólkarættinum fyri at verða tjóð við sjálvsavgerðarrætti - og er tað tí ein politisk støða, ið danska stjórnin tekur, tá hon ikki vil viðurkenna at føroyingar eru tjóð við ómissandi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti. Og hetta er ikki uttan orsøk.
Kundu velja millum framhaldandi ríkisstuðul og sjálvsavgerðarrætt
Tað var heldur ikki uttan orsøk at samráðingarnar við donsku stjórnina slitnaðu uppá júst henda spurning. Og als ikki uttan orsøk, at føroysku samráðingarfólkini við Løgmanni á odda, at enda fingu bjóðað fullveldisætlan við ríkisstuðli so leingi hetta varð neyðugt, um føroyingar bert vildu sleppa kravinum um viðurkenning og staðfesting av, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti.
?Ingen kompetence - uden bemyndigelse?
Somuleiðis var tað ikki uttan orsøk, at danski uttanríkismálaráðharrin Niels Helveg Petersen, í 2000 sendi soljóðandi skriv til ST: ?Færøerne er en del af det danske kongerige, men har et vidtgående selvstyre med beføjelser hvad angår regulering af Færøernes indre anliggender. Hjemmestyret har ingen kompetence til at optræde på det folkeretlige plan, med mindre dette er bemyndiget af regeringen i overensstemmelse med hjemmestyreloven af 1948 og inden for rammerne af grundloven.? Danska stjórnin hevur við hesum, og bæði áðrenn og síðan hetta hildið fast í, at føroyingar ikki eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Metur ikki at hetta er í samsvar við heimastýrislógina og grundlógina. Danski forsætismálaráðharrin hevur enntá gjørt tað greitt, at ?í danska ríkinum er bert ein tjóð og tað er tann danska?. Samstundis er hetta fráboðað Sameindu Tjóðum skrivliga - og er hetta seinasta fráboðanin, ið ST hevur liggjandi, ið viðvíkir Føroyum.
Letur Føroya Løgting og Landsstýrið bara standa til er greitt, at hetta í altjóða høpi verður fatað sum ein óbeinleiðis viðurkenning av hesi støðu.
ST-staðfesting tryggjar rættindi og møguleikar
Ein altjóða staðfesting og viðurkenning av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti vil eitt nú merkja, at danska stjórnin í altjóða eygum missur tann myndugleika yvir Føroyum, sum teir sýnast at hava í dag.
Føroyingar hava tá eina altjóða viðurkenning, ið staðfestir okkara sjálvsavgerðarrætt og harvið avgerðarrætt yvir framtíðar ríkisrættarligu støðu okkara. Hetta vil geva føroyingum rættindi í altjóða høpi og eitt nú rætt til stuðul at fremja sjálvsavgerðarrættin, rætt til javnbjóðis fullveldissamráðingar uttan búskaparligar hóttanir og somuleiðis vil ein tílík staðfesting lata dyrnar upp fyri lima- ella atlimaskapum í ávísum altjóða felagsskapum, tryggja okkum ræðisrættin yvir føroyska tilfeinginum o.s.fr.
Av alstórum týdningi í hesum døgum er, at ein ST-staðfesting somuleiðis vil tryggja, at føroyingar varðveita sjálvsavgerðarrættin uttan mun til um Danmark letur stóran part av sínum fullveldi til ES.
Tað er tí ikki uttan orsøk, at danska stjórnin ikki vil viðurkenna at føroyingar eru tjóð - og als ikki uttan orsøk, at tað hevur størri týdning nú enn nakrantíð, at føroyskir myndugleikar tryggja sær, at føroyski sjálvsavgerðarrætturin verður altjóða viðurkendur og staðfestur.