Hví so lítið álit á kommunurnar Eyðgunn?

Jóhan Christiansen
----

Haldi at yvirskriftin hjá Eyðgunn sigur meira um hana, enn um kommunurnar. Haldi tað vera sera niðrandi mótvegis kommununum, tá hon heldur at grundgevingin fyri mínari útsøgn um eldraøkið, er at skapa nýggj kongaríkir og ikki eina betri tænastu. Eg vil fegin vísa á, at tær tænastur kommunurnar hava ábyrgd av, virka sera væl, og eru á einum høgu støði. Eg eri ikki sannførdur um, at sama kann sigast um tænasturnar landið varðar av. Tað kann lesari sjálvur meta um.
Annars vil eg siga, at tað er óneyðugt fortreyt, at talan skal vera um 7 kommunur, fyri at leggja eldraøkið út. Í dag eru 30 kommunur, og tær skulu nokk finna útav neyðugum samstørvum so uppgávan verður loyst á ein skynsaman hátt. Tað hava kommunurnar prógvar ferð eftir ferð, at tær megna.

Tað er rætt at Dagstovnalógin var samtykt áðrenn kommunurnar yvirtóku málsøkið. Ongatíð betri, at komandi eldralóg er eftir sama leisti sum Dagstovnalógin. Dagstovnalógin er ein yvirskipa rammulóg, við einstøkum yvirskipaðum málsetningum. Eina tílíka lóg tekur ikki ár at smíða. Eg helt at Eyðgunn sipaði til okkurt annað og nógv meira umfatandi lógararbeiði. Bert jaligt, um eg tók feil. Annars er at siga, at mestsum onki annað var fyrireika tá.

Eg vísti á, at tað er ørskapur at halda áfram eftir verandi leisti. Vit byggja røktarheim í stóran stíl, meðan vit vita at tað er heimatænastan, sum brúkarin vil hava, og sum í dag er niðurpínd til eitt støði, sum er óvirðiligt fyri allar partar.
Sjálvandi skulu tey røktarheimspláss útvegast, sum tørvur er á. Men av tí at bygging av røktarheimum er eitt býtisbarn millum land og kommunur, so tað líkasum tað sum man politiskt er vorin samdur um at gera. Bæði land og kommunur. Úrslitið av hesum býtisbarninum er, at í dag kostar eitt røktarheimspláss 2+ mió. kr. pr. stk. Tað er meira enn eini flunkandi nýggj og stór sethús til tvær heilar familjur, fyri at koman við einari samanbering. Hetta er fari púrsta av sporðinum. Røktarheimi hava ikki nokk av pengum, til at taka allar brúkaranar inn, sum heimini eru bygd til. Samstundis verður heimatænastan pínd meira og meira. Hetta hevði ikki hend, um ábyrgdini lá hjá einum myndugleika. Tí skrivaði eg eisini í mínari grein, at næstbesta loysnin var, at landið tók alt økið undir seg. Men besta loysnin eftir mínari sannførðing er, at kommunurnar eru rætti myndugleikin at røkja hesa tænastuna.

Annars vil eg undirstrikað enn einaferð, at eg eri sannførdur um, at kommunurnar eiga at yvirtaka eldraøkið, tí tær kunna borga fyri einari betri og nógv bíligari tænastu. Alt hetta kjakið um kongaríkir v.m. er beinleiðis ein háðan móti kommununum.
Alt kjakið um størri kommunur, ella 7 kommunur í Føroyum, er beinleiðis sprottið úr landspolitikkið, og ikki kommunupolitikkið. Tað eru í høvuðsheitinum landspolitikkarar, ið ynskja samanleggingar, og ikki fólkið. Líkamikið hvussu tit royna at draga, snara, flyta ella tulka úrslitið av fólkaatkvøðuni um kommunusamanleggingar, so hevur fólkið tala. Og tað minsta vit sum politikkara, ella fólksins tænara eiga at gera, er at virða tað sum fólkið segði.