Hví smílist Anders Fogh?

Sjálvandi má hann smílast. Loysingarleiðarnir Annfinn Kallsberg og Høgni Hoydal geva honum 400 milliónir hvørt einasta ár.

Og sleppa tey framat eftir valið, veksur peninganøgdin til 1,6 milliard krónur árliga. Ella 6,4 milliardir í einum valskeiði.
Fyri hesa stóru upphædd kann mangt gerast í Danmark. Og um hendan upphædd ikki er tilstaðar, so er tað mangt, ið ikki kann gerast í Føroyum.

Hvat hendir tá?
Hvat fer at henda, tá hendan risaupphædd er burtur hoyrir ongin nakað um. Pressan, ið javnan spyr Høgna og Anfinn Kallsberg mangt og hvat, setir ongantíð hendan spurning. Hvat hendir? Hvar skal skerjast? Tí tað er púra greitt, at tá minni peningur er tøkur, so skal sparast og skerjast.
Hetta er mest relevanti spurningur fyri vanliga føroyingin. Men bæði løgmaður oga varaløgmaður svara ikki ella ósatt um hesi viðurskiftir. Løgmaður hevur fleiri ferðir nevnt um "varisliga og trygga tilgongd". Men ongin hevur enn sæð nakað roknistykki um hesi viðurskiftir - sjálvt um vit hava spurt, hvussu t.d skarnsgerðin(at skerja blokkin 400 milliónir) fer at ávirka t.d. íløgur, ið skulu gerast.

Fullveldið lumpar lesandi:
Mogens Lykketoft hevði eitt roknistykki. Tað svaraði til 1,6 milliardir fyri at loysa árliga. Høgni Hoydal heldur fram at tosa. Hann tosar um útbúgvingarstuðul "hægri enn tann danska". Hví ikki siga sum er, at tá ríkisveitingin er burtur verður útbúgvingarstuðulin helst á íslendskum støði, nevniliga 0 kr. Tað hevði verið meira realistiskt. Vit kunnu nú hava ein rímiligan útbúgvingarstuðul í Føroyum, av tí at vit eru í Ríkisfelagsskapinum.

Fullveldið lumpar pensionistin:
Hví ikki siga við føroyskar pensionistar, at pensiónin sum nú er hækka, tí vit enn eru í ríkisfelagsskapinum, fer at lækka munandi í fullveldinum - um tað yvirhøvur verður ráð at hava nakra pensión. Tað er lætt at tosa loysing og vera í ríkisfelagsskapinum. Men dagligi dagurin í fullveldinum verður ikki tespiligur. Tí ongin peningur verur tøkur í mun til ídag.

Fullveldið er í andsøgn til vælferðarsamfelagið:
Hví ikki greiða fólki frá, at lønin fer at lækka, arbeiðsloysi at vaksa. Hví ikki greiða frá, at vælferðarsamfelagið er ósannbarligt við eitt fullveldi. Hví látast sum um øll fíggjarviðurskiftir batna, tá minni peningur er tøkur. Tað er jú í andsøgn við allan veruleika - uttan sjálvandi fullveldi - hvørs grundarstøði er lygn.

Hvat við eitt sindur av sakligheit.
Fullveldið er eitt land, ið byggir á luftkastellir og í stóran mun á ósannindir.
Og hvør fær rokningina? Jú, sjálvandi tann sum higartil bert hevur fingið vaksandi rokningar frá loysingar landstýrinum.
Áhugavert hevði verið at sæð avleiðingarnar av fullveldisrokningini. Hvussu við langtíðarætlanum, sparingum og skerjingum? Hvussu nógvir túsund føroyingar fara at flyta av landi? Hvussu stórt verður arbeiðsloysi og hvussu langt niður skal tímalønin lækka?.Varisliga mett.

Anfinn Kallsberg & Høgni Hoydal.
Lati føroyingar sleppa at síggja rokningina fyri loysingina áðrenn loyst verður - takk.
Føroyar í Ríkisfelagsskapi hava eina fíggjarætlan at vísa, ið vit kunnu vera errin av - hóast tit hava skatt fíggjarætlanina sera nógv við at geva 400 milliónir burtur.
Tit eru glaðir, tí Fogh smílist.
Men tit skulu vita, at sera nógvir føroyingar halda tykkum hava gjørt eina dáragerð fyri Føroyar. Og vit smílast ikki - men bert ógvast og stúra fyri avleiðingunum av tykkara luftkastellum.
Tit skaða móðurland mítt Føroyar.
Ótøkk fyri ta skarns-gerð.