Avleiðingin er, at fría skúlavalið verður skert, og børn kunnu vera flutt millum skúlar. Hetta kom fram í útvarpi Føroya hóskvøldið 22. januar. Hetta hevur sjálvandi stórar avleiðingar fyri byrjunarundirvísingina hjá teimum børnum, sum ikki sleppa at verða saman við teimum børnum, sum tey hildu seg nátúrliga komu í flokk saman við. Her kann verða talan um børn í grannalagnum, vinfólk osfr.
Tað kunnu verða tvinnar orsøkir til, at landsstýriskvinnan í mentamálum hevur tikið eina so vánaliga pedagogiska avgerð. Antin væntar hon, at avgerðin er so ógvuslig og skapar so nógv politiskt rumbul, at hon av hesi orsøk fer at fáa teir pengar í eykajáttan, sum nú mangla í. Ella hyggur hon, at fólkaskúlanum, sum var hann bara nøkur tøl, sum skulu fáast til at ganga upp.
Fyri at fáa greiðu á, hvat veruliga liggur aftanfyri avgerðina hjá landsstýriskvinnuni seti eg soljóðandi fyrispurningar fram:
Hvussu ætlar mmr at skipa hetta nýggja átakið? Hvørjar treytir skulu uppfyllast og hvørji atlit verða tikin?
Hvørjar kommunur hava tveir ella fleiri skúlar?
Hvørjir av hesum skúlum fáa ikki hýst øllum teimum børnum, sum ynsktu at sleppa at ganga har?
Hvussu nógv børn skulu vænta at fáa at vita, at tey mugu fara í annan skúla enn tann sum tey raðfestu sum nr 1.
Hvørjar pedagogiskar avleiðingar hevur mentamálaráðið hugsað sær, at hetta fær fyri byrjunarundirvísingina hjá teimum næmingum, sum skulu í annan skúla, enn tann tey ynsktu at sleppa at ganga í.
Heldur landsstýriskvinnan, at hetta kemur at ávirka trivnaðin og menningina hjá barninum, sum skal flyta skúla.
Hvør skal taka avgerð um, hvør ella hvørjir næmingar skulu flyta.
Hvørji atlit verða tá tikin?
Hvørjar treytir, umframt næmingatalið, skulu uppfyllast fyri, at næmingarnir skulu sleppa undan at fara í annan skúla, enn tann tey ynsktu at sleppa at ganga í?
Hvussu langt áðrenn skúlabyrjan fær barnið og foreldrini at vita, í hvørjum skúla tey skulu byrja í 1. flokki