Hví skal tað altíð verða tann skeiva vegin hjá okkum sjófólki

Sigldi inn ímóti Havnini næstseinasta mikukvøld 21.11. av Fugloyarbankanum, hvar eg royndi við snellu, fiskaríið hevði verið í lagi

- útvarpið er frá við tíðindum, tað er tað sama at hoyra, stovnsleiðarar og landsstýrismenn verða tráspurdir, um alt sum teir hava við at gera, nærgangandi og mangan ófantaligir spurningar, jú jú tíðindafólkini í útvarpið og sjónvarpið kunnu vissuliga síni ting. Tíðindini eru liðug, so koma koyrilíkindini, tað er jú kavi og kalt, so tað er neyðugt, kom til at hugsa, at um nú ongi koyrilíkindi vóru at hoyra í ein dag ella kanska í eina viku, hvar bæði kavi og kalt er, ivaleyst høvdu okkara tíðindastovnar verið klárir, og drigið bæði stjórar og landsstýrismenn eftir hárinum og sett teimum spurningar. Men so kemur mín spurningur. Á veðurstøðini í Mykinesi sum sjómenn hava líka nógv brúk fyri at hoyra veðrið frá, sum heimafólkið hevur brúk fyri at hoyra koyrilíkindini, har hevur onki verið at hoyrt frá í fleiri mánaðir. Leiðirnar vestur úr Mykinesi, tá bæði vindur og náttarmyrkur er, eru tað mest vandamikla sjóøki í Føroyum og er tað á hesum leiðum, at ein stórur partur av okkara sjófólki hevur sítt dagliga arbeiði, fólk sum eru við til at fáa arbeiði inn á tey ymisku flakavirkini runt um landið

Hvar eru nú okkara góðu tíðindafólk, sum duga at seta nærgangandi spurningar til teir ella tey, sum hava ábyrgd av hesum, nú er tøgn, ongir kritiskir spurningar, kanska er hetta bara okkara sjófólk tað geldur, og tað er uttan áhuga fyri ein tíðindamann, og til seinasta - hvat við aldumátingunum, tað eru 4 støðir og bert tvær hava verið at hoyra frá í fleiri mánaðir. Og tí er mín spurningur: Hví skal tað altíð vera tann skeiva vegin hjá okkara sjófólki.