Hví skal tað almenna gera eina granskingarpark?

Janet Fríða Johannesen

At gera eina granskingarpark í Føroyum er eitt gott átak. Íleggjarar koma har sum granskarar og íverksetarar við góðum hugskotum eru. Biotøknin við sín-um nógvu møguleikum eigur at kunna gerast ein framtíðar vinna í Føroyum.
Biotøknin kemur at broyta heimin
Biotøknin kemur at broyta heimin líka so nógv, sum kunningartøknin hevur gjørt. Biotøknin fevnir víða, og vil í framtíðini verða nýtt innan nógvar ymiskar tilgongdir. Vit hava hoyrt nógv um biotøkni innan heilsuverki, serliga ílegugransking. Innan fiskivinnuna verður nógv arbeitt við at eyðmerkja gagnlig evnir á heilsuna hjá fólki. Innan matvøruídnaðin sum heild, umhvørvi og nógv onnur øki fer biotøknin at hava ein stóran leiklut tey komandi árini.
Sunnar matvørur
Biotøknin fer at fáa ein stóran leiklut í allari matvøruketuni - frá framleiðslu av rávørum, innan virking og goymslu av matvørum. Við biotøkni kunnu matvørur - íroknað fiskavørur- liva upp til krøvini hjá brúkaranum um tryggar, heilsugóðar og meira vælsmakkandi matvørur.
Biotøknin veruligt nyttuvirðið fyri samfelagið
Danska ráðgevandi nevndin fyri matvørugransking er sannførd um, at biotøknin hevur eitt veruligt nyttuvirðið fyri samfelagið. Hetta er ikki einans tí at við biotøkni kunnu betri matvørur framleiðast, men eisini at hesar kunnu framleið-ast við minni umhvørvisárin. Nevndin metir, at skal Danmark ikki missa arbeiðspláss í framtíðini, má dentur leggjast á biotøkni, og harvið á grundgransking og útbúgving av kandidat-um og granskarum innan biotøkni. Hetta kann væntast eisini at gera seg gald-andi í Føroyum innan fiski-vinnuna.
Vitunartungar vinnur - sum biotøkni - geva eisini arbeiðið til fólk uttan hægri útbúgvingar. Mett verður at fyri hvønn nýansettan kandidat verða tvey nýggj størv til ikki kandidatar.
Matvøru- og heilivágsframleiðarar samanfallandi áhugamál
Samfelagsútreiðslurnar til heiluverkið eru ógvuliga stórar og fara at økjast nógv um ongi tiltøk verða sett í verk. Nógvar sjúkur eru orsakað av ósunnum kosti, og tað kann ídnaðurin ikki liva við. Fyri at vinna álit verður ídnaðurin noyddir, at seta heilsuna og vælveruna hjá brúkaranum í fokus.
Imyndin hjá matvøruframleiðarum vil í framtíðini verða heilsu. Nestlé fer t.d. frá at vera heimsins størsta matvørufelag til at vera nummar eitt felag innan heilsu- og vælveru. Væntandi fer vinningurin hjá matvøruframleiðarunum at økjast. Hetta kann fáa týdning fyri føroysku fiskivinnuna, um hon við m.a. biotøkni megnar at vera við í kappingini um heilsugóðar, tryggar og vælsmakkandi fiskavørur.
Nýmótans matvøruframleiðarar vilja flyta seg til at gera funktionellar matvørur. Eitt dømi um eina funktionellu matvøru er youg-hurt, sum virkar blóðtrýstfallandi. Ein ávís bakteria, sum kann framleiða eitt kveiki (enzym), ið klippir mjólkaproteinir í ávís peptidir, verður sett til youghurti. Hesi peptidir normalisera ov høgt blóðtrýst og ov høga hjartarytmu. Fólk, sum hava lyndi til ov høgt blóðtrýst, kunnu eta hetta youghurti, og harvið umganga at gerast sjúk. Hetta er ein vøra, sum er á veg á marknaðin.
Heilivágsframleiðarar vilja hinvegin flyta seg til fyribyrging og ikki bert heilivág. Teirra framtíðar handilsøki fer eisini at vera heilsa, og koma heilivágsframleiðarar at hava brúk fyri nýggjum handilsmodellum. Væntandi fer vinningurin hjá heilivágsframleiðarunum at minka, og heilivágsframleiðararnir vilja keypa seg inn í matvøruídnaðin og umvent. Hetta fyri at fáa atgongd til vitan og marknað. Henda gongdin er sera spennandi fyri matvøruframleiðarar, og kann fáa týdning fyri Føroyar, tá hugsa verður um áhugan at seta pengar í føroysk vinnuvirkir.
Almenn og privat gransking
Nógv hevur verið frammi um almenna og privata gransking. Kendi danski vinnulívsmaðurin Asger Aamund verður spurdur, um tað ikki virkar tvørsagt (paradoksalt), at tað almenna skal blandað seg í granskingina. Hví ikki geva fyritøkunum skattalætta og so lata tey sjálvi klára granskingina. Her svarar Aamund, at talan er um tvey ymisk mál. Granskingin er ein føðikeda, har vinnan livur av grundgranskingini og øvugt. Í framtíðini kann hugsast, at vinnan fer at fíggja ein alsamt størri part av grundgranskingini, td við at nýta triðingsregluna, sum eitt nú er sett í verk á Københavns Universitet. Triðingsreglan merkir, at vinnan kann keypa granskingarrættindi frá universitetinum, har granskarin fær 1/3 av søluni, deildin 1/3 og universiteti 1/3.
Eg skal ikki forsvara, at vinnan ikki hevur gjørt meiri burturúr gransking, men hyggja vit at øðrum londum, so hevur tað almenna gjørt stórar íløgur í gransking og skapa nógv granskingarúrslit og fólk við serkønari vitan til vinnuna, áðrenn vinnan sjálv er byrja at seta pengar av til gransking. Her í Føroyum eru ómetaliga fá granskingarúrslit komin frá tí almenna.
Skulu vit hava eitt fjøltáttað burðardygt vinnulív, má tað almenna seta meiri pening av til gransking.
Tað er ógjørligt í Føroyum at seta í verk vitunartungar vinnuligar granskingarverkætlanir innan biotøkni. Vit hava eingi starvstovuhølir, sum lættliga kunnu brúkast til slíkar verkætlanir, og vit mangla roynd fólk, sum kunnu setast at loysa slíkar uppgávur. Uttan hølir og uttan royndir granskarar kemur neyvan nøkur biotøknilig vinna í Føroyum tey fyrstu nógvu árini. Íleggjarar fara, har sum granskarar og íverksetaðarar við góðum hugskotum eru.
Vit mugu hava eitt vælvirkandi universitet við góðum førleika innan biotøkni og eina vælvirkandi vinnuframaskipan. Granskararnir mugu hava vitan innan øki, sum hava møguleika at gerast vinnulig í Føroyum. Harafturat mugu vit hava hølir, har granskarar/íverksetarar kunnu gera royndir, og finna útav um teirra hugskot kann gerast vinnuligt.
Tann dagin vinnan fer at síggja at gransking fer at loysa seg, vil hon uttan iva fara at seta fleiri pengar av til gransking. Somuleiðis kann væntast at íleggjarar vilja seta fleiri pengar í føroysk virki, tí er svarið ja, tað er neyðugt at tað almenna stovnsetur eina granskingarpark og setur fleiri pengar av til gransking, og harvið skapar umstøður til at okkara megintilfeingi - fiskur og fólk við vitan - saman skapa virðir.