Hví skal Rúsan selja sodavatn at blanda við?

Vit mugu tora at skeita til Íslands, heldur Katrin Kallsberg, løgtingskvinna

Tað er fínasta slag, at Rúsan hevur eitt stórt úrval av ginn. Men er tað rætt, at Rúsan eisini selur Tonic at blanda við?

 

Tað var ein spurningur, Katrin Kallsberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, reisir, nú Løgtingið hevur aðalorðaskifti um okkara rúsdrekka- og rúsevnapolitikk í framtíðini.

 

Katrin Kallsberg er talskvinna fyri Tjóðveldi í hesum máli og hon heldur, at íslendingar eru ein góð fyrimynd fyri, hvussu vit kunnu fáa ung at halda seg frá brennivíni.

 

Fyri 20 árum síðani var Ísland tað landið í Evropa, har tey ungu drukku ringast, men nú drekkur ungdómurin í Íslandi minst av øllum ungdómum í Evropa.

 

Men nógv av tiltøkunum í Íslandi eru merkt av forboðum og tí, sum kann kallast formyndarí. Tað er bannað ungum undir 16 ár at ganga úti um náttina, og í skúlunum skrivaðu foreldur rætt og slætt undir eina avtalaðu um at tey skuldu ikki geva børnunum rúsdrekka og ikki lata børnini sleppa at halda veitslur, uttan at vaksin vóru til staðar.

 

Samstundis varð víst á, hvussu stóran týdning tað hevur, at foreldur eru nógv saman við børnunum. Katrin Kallsberg sigur, at tað er staðfest, hvussu stóran týdning, tað hevur fyri atburðin hjá børnunum.

 

– Vit skulu tora at skeita til Íslands fyri at vita um nøkur av tiltøkunum, tey hava sett í verk, kunnu brúkast í Føroyum.

 

– Og vit eiga at tora at eftirmeta Rúsuna. Sjálvandi er tað fínt, at Rúsan hevur eitt stórt úrval av ginni. Men hví skal Rúsan eisini selja tonic at blanda við? Hava vit ikki privatar handlar til tað, spyr Katrin Kallsberg.