Tað kvøldið í 1992, tá altavgerandi uppskotið varð borið niðan úr fíggjarnevndini, har atkvøðast skuldi um Atlantic Airways skuldi bjargast ella fara í likivitatión, rýmdu ? minnist meg rætt ? øll Sambandsumboðini út úr tingsalinum.
So um tað stóð til Sambandsflokkin, so var einki føroyskt flogfelag í dag, tí er tað ikki so lítið margháttligt at teir í dag gjarna vilja privatisera tað felag, sum flokkur teirra ongan stuðul gav, tá ið á stóð.









