Hví selja bankan

Nú hoyrdu vit í formansumfarinum, at fleiri vildu selja partin hjá landinum í Bank Nordik til lægsta kurs. Tað er ikki uttan grund, at landið eigur 1/3 av bankanum, tí við einum triðingi eftir hjá landinum, so kan mann ikki broyta viðtøkurnar avgerðandi. Sum t.d. at flyta høvuðssætið av landinum.

Eisini hava flokkar og valevni lagt upp til, at SEV meira ella minni skal privatiserast. Hendan privatisering verður kallað sundurskiljing og annað. Sama hevur fyrr verið sagt um Føroya Tele og av somu monnum.

Felags fyri Bank Nordik og Føroya Tele er, at hetta eru stór arbeiðspláss, sum geva avkast til landið. SEV er eisini eitt stórt arbeiðspláss, sum kommunurnar eiga.

Kunnu hesir menn fortelja okkum, hvørjar avleiðingarnar kunnu verða, um hesar ætlanir verða framdar? Blíva deildir kring landið stongdar? Leggja teir ikki í, um framtíðar avkast verða send av landinum? Eisini eiga teir at fortelja veljarunum, hví landið ikki skal eiga nakað, sum gevur avkast.

Vónandi verða tað fleiri av teimum, sum koma inn á valinum í morgin, sum tora at siga 
nei til at selja partin, sum landið enn eigur í Bank Nordik.

 

Henrik Old,

Javnaðarflokkurin