Hvørvisjón?

Medisinkistukunngerðin, sum hvarv !

Ingrid Holm
Sjúkrarøktarfrøðingur
?????
Heilsan hjá okkara sjófólki átti at verið høgt politiskt raðfest. Ikki kann sigast, at so er.
Enn eru vit í slupptíðini - præ-penicillintíðini - við reglum frá 1922.
Tilvildin ræður, kostar tað mannalív ? Kann tað elva til varandi mein ?

Í 1967 byrjar tosið um nýggja, tíðarhóskandi medisinkistukunngerð. Danir høvdu fingið nýggja skipan í 1996, ætlanin var at sama skipan skuldi hava gildi í Føroyum - sjálvandi tillaga føroyskum umstøðum, fyri at økja um trygdina hjá okkara sjó- og fiskimonnum.
Síðani hevur uppskot til føroyska kunngerð sirkulera í ?systeminum?, hjá øllum teimum, sum vara av Trygd á Sjónum, fyrst á donsk-um, síðani umsett orðarætt til føroyskt. Føroyskir heilsumyndugleikar, sjó- og fiskivinnumynduleikar, skúla- og mentamálaráð, samstarvsráð, løgmálaráð og helst onnur við, hava sagt og skriva viðmerkingar, eru komin við smærri og størri broytingum, ella hava viðmælt uppskotinum til Føroyska Kunngerð um Skipsheiluvág.
Løgtingslóg nr.165 um Trygd á Sjónum er lýst 21.december 2001.
Føroysk Kunngerð um Skipsheiluvág, sum skal seta lógina í gildi, er klár í september 2002.
Síðani tá er kunngerðin horvin !
Ótaldir fyrispurningar eru sendir uttan úrslit.
Løgmenn eru komnir og farnir - landsstýrismenn eru komnir og farnir - løgtingsmenn eru komnir og farnir. Vit hava fingið ráð og ráð-harrar og skipaeftirlitið er yvirtikið.
Hvat kann vera hent ? Eg síggi tveir møguleikar :
1.Sama skil sum í sendingini ?Ja, Harra Ráðharri?, har ymisk uppskot og kunngerðir ferðast millum inn- og útbakkar uttan at nakar hyggur at teimum.
2.Onkur fráfarðandi hevur (av óvart?) stungið kunngerðina í svarta plastikposan, sum vit javnan síggja í sjónvarpinum, tá skrivstovan skal tømast.

Í dag - 2005 - verður arbeitt eftir einari kunngerð frá 1922, við onkrum hissini broytingum av og á, seinast í 1989. Ja, so gomul er kunngerðin, at penicillini hjá Alexander Flemming var ikki uppfunnið tá hon varð sett í gildi.
Sjóvinna og fiskivinna eru okkara høvuðsvinnur.
Sjómenn og fiski-menn okkara hava hava strævið og vandamikið arbeiði.
Vit reypa av at hava heimsins best útgjørda fiskiflota.
Um skaði ella sjúka er umborð, eigur man at kunna nýta nútímans útgerð við dagførdari vitan.
Eigur trygdin hjá okkara sjómonnum og fiskimonnum ongan góðan, sum kann finna, avgreiða ivamál og bera so í bandi, at Kunngerð um Skipsheiluvág verður lýst, so vit fáa greiðar reglur á hesum tíðandi øki, við tíðarhóskandi heiligvágsgoymslum og skipaðari útbúgving til navigatørarnar.
Avvarðandi myndugleikar skulu ikki nýta orku at svara mínum lesarabrævi - eg havi hoyrt allar undanførslurnar fleiri ferðir - bert syrgja fyri at tryggja okkara siglandi fólki ta heilsuskipan, ið neyðug er í einum nútímans samfelagi.
Slupptíðin á heilsuøkinum eigur at verða sigld afturum einaferð med alla.