Høgni Hoydal
Samdist alt við foldina,
hvørt við sínar náðir...
(Fuglakvæðið)
Verið errin og opin. Gangið fatt. Øll tit, sum eru samkynd og øll sum stuðla rættindum hjá samkyndum og øðrum minnilutabólkum, ið ikki hava javnrættindi í samfelagnum.
Tykkara tol, og tað tit hava tolt. Okkara dreymar og vónir um broyting. Tað er alt spunnið tógv. Spunnið tógv, ið kann bindast til eygu í tí stóra og marglitta klæði, ið eigur at knýta fólk saman kring allan heim. Eitt klæði, ið er bundið við ymiskum stokkum. Úr ymsum tógvi, ið er spunnið á ymsum snældum og úr ymsum tilfari. Eitt klæði, ið er bundið av summum, ið binda rætt og summum, ið binda rangt. Men har tað, ið sumstaðni verður kallað at binda rætt, aðrastaðni verður rópt at binda rangt. Men alt mannatilfar kann nýtast, tí tað snýr seg um mannavirði. Tað snýr seg um, at hvør hevur rættin at liva og virka og elska. Hvørt við sínar náðir.
Frælsi, fólkaræði og javnrættindi
Málið um eina lítla broyting í revsilógini hevur tíverri snúð seg um so nógv annað. Men tað snýr seg burturav um frælsi, fólkaræði og javnrættindi.
Og øll tit, sum hava stigið fram á torg. Samkynd. Foreldur. Uppskotsstilarar. Stuðlar og stuðulsfyriskiparar. Tit hava givið einum fyrr duldum spurningi, ítøkilig andlit, sál og hjarta. Tit hava fingið okkum at síggja okkum sjálv við eygunum hjá tí, sum er øðrvísi og at viðgera grundleggjandi frælsis- og rættindaspurningar.
Tað er er bæði ein spurningur um eitt føroyskt fólkaræði, frælsi í Føroyum og lógartryggjað rættindi hjá minnilutabólkum í Føroyum, sum vit ongantíð hava tikið greiða støðu til, men hava latið syftast í ongamannalandi. Men málið snýr seg samstundis um algildar og alheims spurningar. Tá ið vit taka støðu til frælsi, javnrættindi og rættarverju hjá minnilutabólkum, taka vit eisini støðu til frælsi, javnrættindi og rættarverju hjá okkum øllum.
Tí hvussu kunnu vit vera fræls, um vit ikki samstundis treyta okkum at næstin er frælsur? Hvussu skulu onnur virða frælsið hjá okkum, um vit ikki virða teirra?
Hvussu kunnu vit krevja at hava og menna ein samleika, um vit ikki góðtaka og tryggja, at onnur kunnu hava og menna sín samleika?
Hvussu kunnu vit tosa um eitt fólkaræði, um vit ikki lógartryggja og lógarverja rættindini hjá øllum fólki, ið ikki gera seg inn á onnur?
Og hvussu kunnu vit tosa um eitt fjølbroytt og livandi samfelag, um vit vilja koyra tað, sum er øðrvísi inn í skáp og burtur av samfelagspallinum?
Fólkaræði er at vera ósamd og ólík
Onkur vil vera við, at fólkaræði snýr seg um at meirilutin ræður, og at tað, sum er mest og líkt, hevur framíhjárætt. Eftir mínum tykki er tað júst øvut.
Fólkaræði snýr seg um at vera ósamd og ólík. Fólkaræði snýr seg um at lógartryggja rættindini hjá øllum persónum og hjá øllum minnilutum uttan mun til eyðkenni ella frábregði – so leingi tey ikki gera seg inn á rættindini hjá øðrum. Og um vit ikki berjast fyri tí – hóast vit kunnu vera so ósamd sum nakrantíð við okkara næsta og við minnilutabólkar – so er okkara egna frælsi eisini tómt. Tá kunnu aðrir emeirilutar taka okkara frælsi burtur við givið høvi.
Frælsisstríð og stríð um javnrættindi eru í veruleikanum drívmegin í allari heimssøguni. Tað, sum hevur flutt mørk í heiminum, eru ikki pengar og vápn og tøkni. Men stríð fyri frælsi og javnrættindum. Um tað eru tjóðir, stættir, aðrir samfelagsbólkar, kvinnur, fólk við ávísum húðaliti og uppruna, politiskari sannføring ella trúarbólkar. Tey hava stríðst móti teirri fatan og móti teimum samfelagsskipanum, sum hava hildið uppá, at frælsi hjá einum bólki er treytað av, at onnur ikki hava frælsi og javnrættindi. Og øll døpur mein í heimssøguni eru høgd við, at tey, ið sita við valdinum ikki vilja geva framíhjárættindi frá sær til tey, ið krevja javnrættindi. Men tá stríð um javnrætt eru vunnin, hevur tað gjørt øll frælsari. Tá er tað margfalda og fjølbroytta skapt.
Hóast vit í Føroyum tíbetur hava havt minni ógvislig stríð um frælsi og javnrættindi enn vit kenna aðrastaðni í heiminum, so er stríðið tað sama. Stættir, kvinnur, fólk við øðrvísi húðaliti og uppruna, øðrvísi politiskari sannføring og ikki minst trúarbólkar hava upp gjøgnum seinastu øld og enn í dag mugað stríðst fyri javnrættindum og minnilutaverju.
Ger seg ikki inn á frælsið hjá øðrum
Sjálvandi skulu tey tryggjast javnvirði og javnrætt. Eins og fólk við ymiskum kynsligum samleika. Tað merkir ikki, at bólkar hava fingið serrættindi ella serlóggávu ella hava gjørt seg inn á rættindini hjá øðrum. Tað merkir heldur ikki, at øll forfylging og vantandi javnstøða er burtur. Tað merkir bara, at øll eru líka fyri lógini og at øll hava krav uppá somu lógarverju í einum fólkaræðisligum rættarsamfelag.
Broytingin í revsilógini snýr seg um at øll skulu verjast ímóti at fólk tilvitað eggja til hóttan, háðan ella niðurgering í almenna rúminum mótvegis bólkum, ið hava eginleikar, ið vit øll eru fødd við. Uppruna, húðarlit, tjóðskap, trúgv og eitt kynsligt tilhall. Lógin verjir øll, tí hon nevnir bert grundleggjandi menniskjalig eyðkenni, ið øll hava, men sum sjálvsagt eru ymisk. Hon verjir bæði meirilutar og minnilutar. Lógin ger seg heldur ikki inn á rættindi hjá nøkrum øðrum.
Vit vilja traðka út í heim, grundað á okkara rætt til frælsi, fólkaræði og javnrættindi. Og vit eiga at stríðast fyri frælsi, fólkaræði og javnrættindum hjá øðrum við í einum fjølbroyttum heimi. Men tað krevur, at vit eisni byggja okkara egna samfelag á fólkaræði, frælsi og javnrættindi hjá øllum persónum og bólkum. Tað er treytin fyri einum nútímans og skapandi samfelag.
Í løtuni er myndin hjá umheiminum av okkum tann øvuta. Vit eru øll koyrd í ein bás, vit ikki kenna okkum aftur í.
Tað mugu og skulu vit broyta. Og tað fer at eydnast. Um vit semjast øll við foldina. Hvørt við okkara náðir.