Hvørt sín veg

Mangar eru søgurnar um fólk, sum ferðast við flogfari úti í heimi, og sum standa við ongum viðføri, tá tey halda seg vera komin vegin fram, tí at viðførið er farið onkran annan veg.

Hetta hendi millum annað í gjár, tá tvey flogfør hjá íslendska flogfelagnum Icelandair fóru úr Íslandi til ávikavist Keypmannahavnar og Oslo.

Ferðafólkini komu hagar, tey høvdu ætlað sær, men tað vísti seg, at viðførið hjá teimum, sum vóru farin til Oslo, var endað í Keypmannahavn og øvugt, skrivar Morgunblaðið.