Hvørt ár á Norðhavinum í 23 ár

- Tekur tú bara teir bestu dagarnar, gerast dagarnir fáir, og lítið kemur burtur úr vártíðini, sigur rumenari, sum hevur verið øll árini á Norðhavinum síðan 1995.

 

Rumenarin, Doru Tiberiu á Torvlaðnum, hevur verið fulltíðar útróðrarmaður í eini 14-15 ár, og nú liggur hann klárur við bátinum á Eiði at fara á Norðhavið við snellu.

 

Men, tað eru nógv meira enn 14-15 ár síðan, at Doru Tiberiu á Torvlaðnum fyrstu fer var á Norðhavinum í vártíðini við snellu. Tað hevur hann verið á hvørjum ári í egnum báti síðan 1995.

 

Rumenarin, ið kennir seg meira sum føroying enn rumenara, er eisini nevndarlimur í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag, har Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, er formaður.

 

Herfyri sigldi hann bátin úr Havn og norður til Eiðis, og nú liggur hann klárur at fara fyrsta túrin á várleiðirnar norðanfyri.

 

Báturin hjá Doru Tiberiu á Torvlaðnum er ein Stigfjord, 30 føtur langur, og í honum hevur hann fimm snellur, harav hann fyri tað mesta fiskar við teimum fýra.

 

- Alt eftir, hvussu tað viðrar í vártíðini, plagi eg at fáa einar 17-20 dagar. Í fjør royndist fiskiskapurin rímiliga væl, tó at tað viðraði illa tað mesta av tíðini.

 

Útróðrarmaðurin sigur, at dagarnir í vártíðini í fjør kortini gjørdust einir 15-17 og teir dagar, sum royndust hampiligir til veður hjá honum, vóru hin fyrsti - og hin seinasti.

 

Doru Tiberiu á Torvlaðnum vísir á, at skalt tú fáa nakað burtur úr várróðrinum, noyðist tú viðhvørt at leggja eitt sindur fyri.

 

- Ofta er tað soleiðis, at tú antin fert avstað í keðiligum líkindum - ella tú endar dagin við sjaskveðri. Tekur tú bara teir bestu dagarnar, gerast dagarnir fáir, og lítið kemur burtur úr vártíðini.

 

Útróðrarmaðurin, sum roynir við snellu alt árið, hevur rímiliga góðar vónir um snellufiskiskapin í vár, tí ábendingar eru um, at fiskur verður at fáa.

 

- Vit ráða ikki yvir, hvussu nógvur fiskur er í sjónum, og vit ráða enn minni yvir veðrinum. Men, eins og undanfarin ár, eri eg spentur til várróðurin, sum nú stundar til, sigur Doru Tiberiu á Torvlaðnum.