Hvørt ár fara 60 tons upp í royk

Seinnapartin hevur Fólkaheilsuráðið fingið eitt sindur av hoyggi, sum í nøgd svarar til tað, ið roykt verður uppá ein seinnapart.

 

Nøgdin, ið roykt verður um árið í Føroyum, er útvið 60 tons av tubakki, tað eru eini 5 tons um mánaðin.

 

Ólavur Jøkladal, átaksleiðari, sigur, at um fólk av onkrari orsøk liggja inni við hoyggi, sum ikki verður brúkt, er Fólkaheilsuráðið áhugað í tí.

- Lat okkum hoyra frá tær, og vit brúka tað fegin til eitt stórt bál í máimánaði. Soleiðis vilja vit varpa ljós á royking í nøgd og ikki minst, hvat kostnaðurin er, sigur hann.