Hvørs ogn?!

Bogi Andreasen
--------

Tosaði við ein vinmann nú ein dagin. Vit kennast frá tí, eg var fiskimaður. Hann treiskast enn við at fiska og reiða út skip.
Hesin fiskimaðurin ræðist útlitini hjá høvuðsvinnuni. Aðrir gremja seg líka illa um ótrygga framtíð.
Tað órógvar fiskimenn illa, at skiftandi meirilutar á løgtingi føra sikksakk politikk við fiskivinnuni sum kastibløku.
Tingmenn fylgja ráðum frá búskaparfrøðingum. Teir fáa allir almenna løn, og tí raðfesta teir almenna tørvin hægri enn tørvin hjá høvuðsvinnuni.
Fyri at brúka hesa myndina: Fiskimenn stríðast á dekkinum og í lastini, men teir almennu byrokratarnir avgera uppi á brúnni, hvussu skipið skal fiska. Tað gongur ikki væl.
Nú fer løgtingið at áseta við lóg, at fiskimenn skulu gjalda fyri at sleppa út at fiska. Sum altíð, tá politikarar leggja seg út í vinnulívið, lívga teir summum og revsa onnur.
Nøkur skip fáa í posa og sekk. Fleiri teirra hava ráð til at gjalda. Onnur skip verða við skerdan lut og verri fyri fíggjarliga enn áðrenn.
Feskfiskaflotin fær ikki endarnar at røkka, lutvíst av tí dýru oljuni.
Tað verður kanska neyðugt hjá teimum eisini at fáa sær útlendskar strámenn, sum fara við vinninginum.
Sum frá líður eldist heimaflotin, og fiskimenn fáa ikki ráð til at endurnýggja skipini.
Fíggingarstovnarnir nokta at fíggja nýggj skip, tí virðið aftan fyri skipini, nevniliga fiskiloyvini, verða ognartikin í 2018.
Henda gongdin má steðgast. Vit mugu velja fólk á ting, sum verja privata ognarrættin ímóti tjóðartøku.
Teir, sum váða sparipening, hús og heim fyri at reka fiskiskip, hava krav upp á vanliga rættarverju.
Tá løgtingið nú ognartekur fiskagrundarlagið undir okkara høvuðsvinnu, er so stutt, til jørð, hús og aðrar ognir verða skattað, til einki virði er eftir.