Hvørki verkbann ella verkfall

Í løtuni er hvørki verkfall ella verkbann lýst í fiskivinnuni. Eftir semingsroyndina í gjárkvøldið hevur Reiðarafelagið avlýst verkbannið. Semingsuppskotið gekk reiðarunum so mikið á møti, at teir góðkendu tað. Ein orsøk er, at teir partvíst fingu ynskið uppfylt um, at partur av oljuútreiðslunum skal gjaldast av óbýttum. Gamla avtalan, sum Reiðarafelagið hevur hildið seg til, segði, at um oljan fer upp up 2,9 krónur, so skal tann parturin, sum er omanfyri, fara av óbýttum.

Sambært semingsuppskotinum er hetta markið broytt til 3,9 kr. Men manningarfeløgini hava havnað hesum uppskoti.

Viberg Sørensen segði við útvarpið í morgun, at skip kunnu loysa, um tey halda seg til semingsuppskotið og brúka tað sum útgangspunkt fyri avtalu.

Manningarfeløgini siga hinvegin, at skip kunnu loysa, um tey mynstra eftir gamla sáttmálanum.

Sum støðan er beint nú er framvegis sáttmálaloysi, men hvørgin parturin lýsir verkfall ella verkbann.