Hvørki tú ella eg skulu doyggja í ferðsluni?

Ikki sørt skelkandi tøl, sum Ferðslutrygd hevði at vísa um hugburðin hjá ungdómi okkara, tá tað um trygdina í ferðsluni ræður:

 

? 43% kenna onkran, sum javnan koyrir drukkin

? 28% hava verið í bili, har førarin var drukkin

? 7% høvdu ikki himprast at farið í bil við druknum førara

 

Saman við øllum hinum tølunum, sum vit vístu á í blaðnum í gjár sigur hetta okkum, at tilvitanin um ferðslutrygdina millum ungdómin als ikki er á tí støði, sum krevst í ferðsluumhvørvi okkara.

 

Vit kunnu kjakast leingi um, hvør orsøkin er - men tá tilvitanin er á so lágum støði, so mugu álvarsom stig takast.

Herfyri kom Ferðslutrygd fram við hugtakinum um »null-hugsjónina« - sum merkir, at eingin skal doyggja ella vera álvarsliga skaddur í ferðsluni. Grundarlagið undir hesi hugsjón er, at tey mistøk, vit gera í ferðsluni ikki skulu bera við sær, at nakar skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur.


Og hetta eru føgur orð - men hvussu fáa vit framt hetta í verki? Vanligt er, at tá álvarsom vanlukka hevur rakt samfelagið, so er alt á gosi eina tíð, til alt er gloymt aftur. Næstu ferð vanlukka rakar, er sama skilið.


Null-hugsjónin kann skapa eina hugburðsbroyting, sum merkist. Tí vit kunnu staðfesta, at ferðslan er størsta vandamál fólkaheilsuni viðvíkjandi ? nógv vandameiri enn bæði krabbamein og eyðkvæmi.


Men her má arbeiðast í øllum liðum, so vit fáa børnini ? og ikki minst tey vaksnu ? at skilja týdningin, sum bøtt ferðslutrygd hevur.


Vit kunnu tí bara stuðla Ferðslutrygd og heita á okkara landsins kosnu menn og kvinnur um at gera eina samtykt, sum gongur út uppá, at miðlar verða avsettir til tess at náa endamálinum við null-hugsjónini - ikki bara at gera samtyktir, men veruliga at seta tiltøk í verk, sum kunnu stuðla upp undir og eggja til, at tilvitanin um ferðslutrygdina økist.


Ignorera vit null-hugsjónina, so góðtaka vit, at onkur skal doyggja í ferðsluni. Men seta vit tá spurningin, hvør tað skal vera - um tað skal vera tú? Um tað skal vera eg? Um tað skal vera onkur annar? Fáa vit tá svarið?


Nei, hesum kann eingin svara - bara tað, at talið skal vera 0?!